Gulli Briem í Norðurlandahúsinum

Í samband við Jazzfestivalin, verður leygardagin 15. oktober konsert í Norðurlandahúsinum við heimskenda íslendska bólkinum Mezzoforte.

Í tí sambandi fer trummusláarin í Mezzoforte, Gulli Briem, at hava eitt sokallað Masterclass.

Tiltakið byrjar við upphiting, síðani verður undirvísing og venjing saman við Gulla, og hann fer eisini geva dømir og spæla sangir frá Mezzoforte og ørðum.

Tiltakið er leygardagin tann 15. oktober í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum. Tað er í 4 tímar, frá 12.00 til 16.00.

Tiltakið er fyri trummusláarar á øllum stigum. Tað hevur einki at siga um man er royndur ella akkurát er byrjaður.

Súni Joensen er samskipari av tiltakinum. Um tað eru spurningar ella okkurt, so er bara at seta seg í samband við hann á tel. 739504 ella maila á suni@el.fo