Gullið bíðar framvegis

Hóast EB/Streymur fyri fyrstu ferð tapti á heimavølli, kunnu teir átaka sær favoritt-leiklutin, nú Víkingur kemur á vitjan

Fótbóltur

 

Fram til seinasta mánadag var eingin, sum skalaði EB/Streym á heimavølli. Tapið móti ÍF broytti tó hesa myndina, og summi eru enntá farin at tosa um gummibein við Margáir.

Hetta er tó neyvan nakað tema, tí enn liggur væl fyri at røkka spádóminum, sum vit fyrr hava sett fram her í blaðnum, um, at gullið verður vunnið á Mikkjalsmessu.

Til hetta krevst tó ein sigur, nú Víkingur kemur á vitjan, og til ta uppgávuna hevur EB/Streymur allar mans tøkar. So er einasti spurningurin, um tað hesa ferð eydnast at skumpa kúluna seinastu metrarnar inn um málstrikuna, tí møguleikarnir vóru eisini til staðar móti ÍF.

Hjá Víkingi er heilt vist, at Hans Jørgen Djurhuus ikki er við, nú hann hevur savnað sær tíggjunda gula kortið á árinum. Hinvegin var við evstamark okkara ivasamt, um Atli Gregersen verður tøkur. Sum skilst skuldi Aganevndin hjá FSF koma við boðum um eitt møguligt leikbann til Atla og Hans Jørgen fríggjadagin, men í Sarpugerði hava menn tó fyrireikað seg til dystin út frá teirri fortreyt, at Atli eisini er partur av liðnum sunnudagin.