Gullfiskar í hvirlu

LIST. Tað stóðst stórur hávi av eini framsýning, sum lat upp á savninum Trapholt í Kolding seinasta vikuskiftið

Millum verkini, sum vórðu sýnd fram, var eitt hjá Marco Evaristtis. Hann hevði funnið fram 12 hvirlur, fylt hesar við vatni, koyrt ein gullfisk í hvørja hvirlu og sett streym til. Síðani var tað upp til fólkini, sum komu á framsýningini at gera av, um tey vildu seta hvirluna í gongd, og harvið gera gullfiskasúpan burtur úr gullfiskinum og vatninum.

Ein djórarverndarfelagsskapur meldaði framsýningina til løgregluna, sum gav stjóranum á savninum boð um at sløkkja fyri streyminum. Tað vildi hann ikki, tí tað helt hann var at gera seg inn á listarliga frælsi hjá listarmanninum.

Nógv var skrivað um framsýningina í donsku bløðunum í farnu viku, og hetta hevði sjálvandi við sær, at ein rúgva av fólki fór á framsýningina í Kolding. Hetta

Tá hesar linjur vóru skrivaðar umhugsaði løgreglan, um hon skuldi reisa ákæru móti savninum. Eingin hevði tá setta hvirlvurnar í gongd.