Tað er møguleiki fyri, at tað í kvøld verður avgjørt, hvør vinnur FM í hondbólti í ár. VÍF fyrireikar seg at fara suður í høvuðsstaðin og Hoyvíkshøllina, har fyrsta bríksl verður klokkan 18. Um tað ikki eydnast H71 at vinna fulla úrtøku, so verður tað umleið klokkan 19.30 í kvøld greitt, at VÍF hevur endurvunnið FM heitið.
Um hoyvíkingar vinna verður triðja finalan í morgin. Tá verður aftur spælt í Hoyvíkshøllini, tí H71 vann grundspælið.
H71 venjarin Petur Mittún hevur havt nógv at gera, síðani ferðalagið úr Hoyvík mikukvøldið fór úr Vestmanna við rættiligari avhølving. VÍF vann fyrru finaluna 31-20.
-Vit hava sett okkum fyri, at finala verður bæði í kvøld og í morgin. Um tað skal eydnast, so skal talan vera um øðrvísi avrik enn mikukvøldið. Tá vendi alt skeiva vegin hjá okkum, hóast vit løgdu okkum framum 3-1. Tølini siga, at verjuparturin var ikki nóg góður, og í hinum endanum misnýttu vit alt ov nógvar upplagdar møguleikar, sigur H71 venjarin.
Í Vestmanna er lagið gott og spenningurin ógvuliga stórur. Tað er longu stríður streymur av bilum niðan á Høgareyn, og í høvuðsstaðnum síggjast gulu og bláu litirnir. At tað endaði 31-20 í fyrstu finaluni, ber sjálvandi við sær, at VÍF er stórfavorittur at ogna sær FM heitið í dag. Men spælararnir royna at sláa kalt vatn í blóðið:
-Vit eru bara komin hálva leið. Mikukvøldið var fyrri hálvleikur, og í kvøld verður alt nullstillað aftur, undirstrikar veteranurin á VÍF liðnum Sámal Joensen, sum fram ímóti steðginum mikukvøldið kendi á sær, at tað fór at eydnast at vinna einasta finaludystin á heimavølli:
-Niklas Simonsen stóð framúr í málinum. Hann bjargaði fleiri ferðir, tá ið hoyvíkingar vóru púra leysir. Tað bar við sær, at vit drógu sjey mál frá teimum, og tá kendist tað sum um, at teir mistu mótið.
Sambært Sámal Joensen var uppskriftin púra greið mikukvøldið, og tað man ikki vera orsøk at broyta nakað:
-Vit góvu alt og hildu okkum til avtalurnar. Verjuspælið var ágangandi, og so ráddi tað um at hava ferð í álopsspælinum. Eftir steðgin góvu vit okkum betri stundir í álopsspælinum, so tað varð torførari hjá teimum at sleppa upp í part, sigur Sámal Joensen.