Atlantic Airways kappingin
Í Vestmanna hava tey leingi bíðað eftir degnum í dag, har mansliðið hjá VÍF fær handað FM-steypið sum prógv uppá, at vestmenningar eiga besta hondbóltsliðið í Føroyum 2005. Tað eru longu tvær vikur síðani, at VÍF tryggjaði sær meistaraheitið, og síðani tá hava vestmenningar bara bíða eftir, at teir skuldu fáa gullmerkini.
Endurtøka av steypafinaluni
Seinasti dysturin hjá føroyameistarunum á árinum verður ímóti StÍF, og sostatt verður talan um eina endurtøku av steypafinaluni í ár, har vestmenningar vóru noyddir at lúta fyri strandingar.
Tað man verða lítið at ivast í, at VÍF ætlar sær at enda kappingarárið við maner, og dysturin í dag móti strandingum fer neyvan at gerast nøkur endurtøka av dystinum sunnudagin í Havn, har vestmenningar vóru eyðmýktir av Kyndli.
Tað ger heldur ikki uppgávuna hjá VÍF lættari, at StÍF framvegis hevur nakað at spæla fyri. Strandingar hava enn møguleikan at vinna silvurið, men tað krevur, at StÍF vinnur í Vestmanna, og samstundis skal Kyndil snáva móti Neistanum á Hálsi.
Neistan vann seinastu grannauppgerðina
Seinast tey bæði havnarliðini, Neistin og Kyndil, dystaðust, var tað botnliðið Neistin, ið endaði omaná. Hetta var ein dyggur smeitur hjá Kyndli, sum í veruleikanum tá misti møguleikan fyri at endurvinna meistaraheitið.
Tí man lítið verða at ivast í, at teir grønu sera fegnir vilja hava uppreisn móti grannunum í dag, men hinvegin hevur Neistin verið sera væl koyrandi seinastu umførini. Men skulu kyndilsmenn verða vísir í silvurinum, so skulu teir vinna á grannunum.
Seinasti dysturin á seinasta leikdegnum í Atlantic Airways kappingini verður í Hoyvík, har KÍF og H71 hittast. Hesi bæði lið hava sum so ikki tað stóra at spæla fyri, men hoyvíkingar fingu ein ordans lússing frá Neistanum sunnudagin, og tað vilja teir óivað vaska av sær á seinasta leikdegnum.










