Ígjár fekk bert 21 ára gamli føroyski U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur í Horni Øregaard tann stóra heiðurin at vera liðskipari hjá Sandnes ULF, ið spælir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Á heimavølli á Øster Hus leikvøllinum í Sandnes spældi Sandnes ULF venjingardyst móti Haugesund, ið spælir í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Tað gekk av skriðuni hjá Sandnes, ið tapti heili 0-6. Í steðginum var Sandnes aftanfyri við tveimum málum.
Kappingin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini byrjar á páskum, mánaðarskiftið mars-apríl.
##med2##











