Talan gjørdist um eitt vánaligt kvøld fyri føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld.
Gullbrandur í Horni Øregaard spældi allan seinna hálvleik tá lið hansara, Sandnes ULF var fyri stórtapi á heimavølli í kvøld.
Undan dystinum í kvøld hevði Sandnes fult stigatal, 12 stig av 12 møguligum. Tí kom stórtapið dátt við.
Sandnes tapti 0-4 fyri Frederikstad. Tá Gullbrandur kom á vøllin var støðan 2-0 til Frederikstad.
Rógvi Baldvinsson spældi 78 minuttir av dystinum hann og liðfelagarnir í Bryne taptu 0-2 fyri Raufoss á útivølli.
Bryne hevur tapt allar seks teir fyrstu dystirnar higartil í kappingini.
Komandi sunnudag tekur Bryne móti Åsane á heimavølli. Komandi mánakvøld spælir Sandnes ULF útidyst móti Brann Bergen.