Gullbrandur og liðfelagarnir megnaðu javnleik móti toppliði

Rogalandsuppgerðin millum Sandnes ULF og Viking Stavanger endaði við javnleikio

Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF, ið spælir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini spældi í dag grannauppgerð og venjingardyst móti Viking Stavanger, ið er eitt topplið í bestu norsku fótbóltsdeildini. Sandnes hevði heimavøll.

 

Sandnes megnaði ein flottan javnleik 2-2. Gullbrandur við frá dystarbyrjan.

 

Leygardagin 10. februar spælir Sandnes venjingardyst á heimavølli móti gamla liðnum hjá Patriki Johannesen, Egersund.

 

Kappingin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini byrjar 1. apríl.