Leygardagin 1. mars kundu hjúnini, Elisabeth og Sámal Patursson halda gullbrúdleyp.
Elisabeth er fødd Fredriksberg og ættað av Strondum. Sum ung kom hon til Havnar at tæna og arbeiddi síðani á telefonstøðini eitt skifti.
Alt teirria lív saman, hava tey fingist við urtagarðsbrúk í Kirkjubø. Urtagarðsarbeiði hevur bæði verið teirra livibreyð og stóra áhugamál.
Hóast aldurin, 80 og 86 ára gomul, eru tey bæði tvey virkin fólk.
Tey fáast enn við urtagarðarbeiði, og inni í Dølunum veltir Sámal epli, røtur og grønmeti. Eisini hevur hann seyð har. Enn bindur hann kransar fyri blómuhandlar kring landið, og við hvørt koyrir hann sjálvur til Havnar við kransum.
Hjartalig og gestablíð
Elisabeth er ein kona av tí góða gamla slagnum, sum hevur bundið eitt ótal av pløggum til børn og ommubørn. Mangur hevur sitið væl við hennara borð, og notið kendu rabarbukøkuna, kallað kirkjubøarkaka.
Elisabeth og Sámal eru serstakliga gestablíð og teirra heim hevur altíð verið opið fyri bæði kendum og ókendum. Tey eru sera umhugsin fólk og ganga høgt uppí at gleða fólk til føðingardagar og merkisdagar.
Eyðkent fyri tey er teirra hjartalag fyri teimum, sum eru einsamøll og ongan góðan eiga. Ikki so fá blómuprýði hava tey koyrt út til familju og onnur, sum tey vildu gleða.
Elisabeth og Sámal eiga børnini, Rasmus, Fríðu og Svein. Gullbrúðardagin hugnaðu tey sær í Sørvági saman við børnunum.
r.s.