Hans er kendur frá posthúsinum í Klaksvík, har hann arbeiddi frá fyrst í 60unum, til hann fór frá við eftirløn. Hann er sonur Poul Johan og Onnu Sofiu (Annefíu) Poulsen í Stovugarðinum í Uppsølum í Klaksvík. Hans tók eisini við Stovugarðsfestinum eftir faðir sín.
Hannefía er kend frá heimahjálpini í Klaksvík, har hon arbeiddi í mong ár - tey seinastu sum leiðari. Hon var millum teir fyrstu heimahjálpararnar í Føroyum. Hannefía er dóttir Sigmund Niclasen úr Kunoy, sum doyði ungur, og Anniu, sum giftist uppaftur við Daniel Danielsen á Húsum.
Hans og Hannefía fingu 4 synir og eina dóttir, Sigmund, Anna, Símun, Anfinn og Jón Harald.