Gullbrúðarparið Olsen við Gøtugjógv

Í dag, týsdagin 1. oktober, eru tað fimmti ár síðani, at Marna og Jóhan Olsen, Gøtugjógv, gingu saman í hjúnarlag. Í tí sambandinum vil eg fegin bera foreldrum mínum eina kvøðu.

Pápi er gjáarmaður, sum vit plaga at siga. Hann er føddur og uppvaksin við Gøtugjógv, har hann altíð hevur búð. Foreldrini vóru Jóhanna og Olivur Olsen. Omma var úr Leirvík, og abbi var frá Gøtugjógv.
Mamma er ættað úr Sumba. Foreldrini vóru Kristina og Kristian Gunnrim. Hann hevði broytt eftirnavn frá Kjærbo. Omma var av Sandi, og abbi var úr Sumba.
Mamma var komin til Havnar at arbeiða nakað eftir kríggið. Hon hevði pláss á sjómansheiminum. Pápi var við skipi, og tey møttust á sjómansheiminum.
Tá tey giftust, búsettust tey við Gøtugjógv. Tey fyrstu árini vóru tey inni hjá ommu og abba, men síðst í fimmti árunum fluttu tey í húsini, sum tey høvdu latið byggja.
Mamma arbeiddi tey fyrru árini sum bindikona hjá Suffíu, mammu Ólav Gregersen. Tá Ólavur hevði Tøtingarvirkið, var mamma ein av mongum konum, sum arbeiddu har, og eitt skifti var hon á Frost í Leirvík.
Sum flestu aðrir dreingir so fór pápi tíðliga til skips. Hann hevur siglt við føroyskum og íslendskum skipum. Hann var í Grønlandi við Jacob Højgaard og Kongshavn og róði út við bátum, hann sigldi eitt nú við Gøtutróndi, Tinganesi og Grundick, sum farbróðurin Óla Hans Olsen førdi, Norðbúgvanum og Herthu, sum Martin í Grund førdi. Onkuntíð var hann fýrbøtari, og hann royndi seg eisini sum kokkur.
Í fleiri skiftum arbeiddi hann á skipasmiðjuni á Skála, so var hann við hekkutrolarum ? bæði við Stellu Kristinu og Kristinu Logos. Pápi arbeiddi eitt skifti á Fiskavirkinum í Gøtu, og so hevur hann havt við Restorffs bryggjaríið at gera eisini.
Vit eru fýra systkin. Óluva býr á Argjum, eg búgvi í Saltnesi og Janus og Trygvi búgva í Leirvík.
Nú tað hevur stundað til gullbrúdleypið og eg havi hugsað um at senda tykkum eina heilsu, so er ein sangur, sum Christian Høj umsetti í 1976, aftur og aftur komin í hugan. Eitt ørindi ljóðar soleiðis

Tú fekst mátt, tá tú helt
saman hendur
Og í navni hans bað tína
bøn
Og tann dag, hann Tær
ferðaboð sendir,
Tú skalt sanna, at stór var
tín løn,

Vit vórðu lærd at biðja og um týdningin, sum bønin hevur. Eg hugsaði ikki so nógv um hetta tá, men nú vil eg fegin takka tykkum fyri henda lærdómin, tí eg eri vísur í, at tað hevur havt stóran týdning seinni í lívinum.
Tað var mamma, sum stóð fyri tí húsliga og lívinum í heiminum annars. Nú er tómligari, enn tað var, tá vit vóru børn. Men barnaheimið er framvegis tað sama. Mamma og pápi eru blíð at koma til hjá okkum øllum, og vit kenna okkum heima við Gøtugjógv.
Tá eg gavst í skúlanum, vildi eg fegin royna sjólívið. Tað var skjótt, at pápi hevði fingið mær ein kjans. Vit vóru eitt skifti saman í Grønlandi við Kristinu Logos. Tá var pápi kokkur, og eg vil fegin takka honum fyri, hvussu góður hann var til vegleiðing og hjálp í tí, sum hevði verið hansara lívsstarv.
Hervið vilja vit í Rók heilsa tykkum, ynskja tykkum ein góðan dag og tykkum og øllum tykkara Harrans signing í tíðini, sum kemur.
??????????
Kristian