Gullbrúðarparið Berghild og Jalgrim Hilduberg

Sunndagin 5. juli hava hjúnini Berghild og Jalgrim verið gift í 50 ár.

Berghild er dóttur Sofíu og Napoleon Jacobsen á Glyvrum, og Jalgrim er sonur Karolinu og Sofus Hilduberg frá Gjógv. Vert er at leggja til merkis, at bæði eru børn hjá kendum rokskiparum: Berghild er dóttir Napoleon á Glyvrum, og Jalgrim er sonur Gjáar Sofus. Flestu av tí eldra ættarliðnum kendu teir báðar fyri teirra virkisfísni á sjónum.


Vit vilja við hesi lítlu grein ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku við »gullinum«. At liva saman í 50 ár er ikki bara ein sjálvfylgja, men tað hava tit bæði megnað til fulnar.


Vit vilja her geva tykkum nøkur rósandi orð við á leiðini, fyri tað tit eru. Vit komu at kenna tykkum fyri gott og væl 28 árum síðan gjøgnum okkara og tykkara yngstu børn - Hervør og Duritu, og hevur vinskapurin verið góður og gevandi. Berghild fyri hennara leiklut sum ein góð mamma. Ja, ein mamma í orðsins rætta týdningi. Hon hevur føtt og uppalt síni 6 børn: Regin, lítla Beinta, sum var tikin frá teimum alt ov tíðliga, hon bleiv bert tvey ára gomul. Hetta setti djúp spor í lívi tykkara, men Harrin var tykkum til hjálpar og fingu tit aðra dóttur, sum eisini ber navnið Beinta. Síðan komu Eyðun og Unn og seinast eftirnølarin, Durita.


Børn tykkara komu at vera tað seinasta ættarliðið, sum vóru passað heima av einari kærari móðurhond. Einki við at verða passað av fremmandum. Men tað kravdi so sanniliga ein pápa at breyðføða ein stóran barnaflokk, seks í tali


Mær er fortalt av einum gomlum gjáarmanni, at Jalgrím kom heim aftur til Føroya við einum sera góðum prógvi sum sakførari. Hann arbeiddi sum fulltrúi í Landsstýrinum í ein mansaldur. Hann gjørdi ikki nógv burtur úr sær sjálvum, men gjørdi sítt arbeiði til fulnar - lítillátin við sínari stillu medferð. Ein ordans maður.


Tá Berghild fyri stuttum fylti sjeyti, helt dótturin Unn eina fitta talu fyri móður síni. Hon helt, at mamma sín var fødd 20 ár ov tíðliga, tí hon kundi heilt sikkurt verði til okkurt stórt. Og geva vit henni rætt. Eftir at børnini vóru komin væl undan, settist hon á skúlabonk, 59 ára gomul, í »Kongens København« og kom út við einum góðu prógvi sum »sundhedshjælper« - flott. Síðan hevur hon verið úti í tí pulserandi arbeiðslívinum á Lágargarði, til hon mátti leggja frá sær vegna aldur, men tekur enn vaktir, tá ringt verður eftir henni. Tí, sum hon sjálv sigur: »Eg føli meg fríska og merki næstan ongan aldur«.


Her skal ikki gloymast, - lívsins desert – barnabørnini, sum eru 7 í tali. Tey hava so sanniliga eisini merkt fløvan av einari góðari ommu og góðum abba. Tey elska at koma inn á gólvið í Hanusargøtu.


Eitt er vist, at børn tykkara taka so dyggiliga undir við yrkingini hjá Absalon Joensen, sála:


Tvey hjørtu sláa inni har,

so trúgv sum trøll, so rein og kær,

so góðskufull alt uttan grið

í móðursbarmi, faðirs við.


Vit vilja enn einaferð ynskja tykkum hjartaliga tillukku við degnum, og at tit fáa eitt hugnaligt kvøld saman við børnum, verbørnum og barnabørnum á Lollandi.


Blíðar heilsanir


Familjan Skála á Dalavegi 40