Gullbrúðarparið Andrea og Faber Isaksen

Vit vilja ynskja tykkum hjartaliga tillukku á tykkara stóra degi. Tað er stuttligt at kunna heiðra henda stóra dag saman við tykkum. Tit giftust ung, abbi var 19 ára gamal og omma 21 ár, og væl hava tit klárað tykkum.


Skjótt komu børnini, tey vóru 10 í tali, og í dag eru 23 ommu- og abbabørn, 14 langommu- og langabbabørn, og tit gleðast yvir hvønn av okkum.
 
Omma og abbi eru bæði røsk, abbi arbeiðir hvønn dag, passar seyðin, sum honum dámar væl at fáast við og er enn virkin skorðamaður, ikki heldur abbi seg aftur tá farið verður til Mykinesar eftir súlu. Omma er eisini røsk, hon heldur hús og ger døgurða hvønn dag, og vit eru altið vælkomin, tað er altíð nokk til øll. Omma eigur altíð okkurt gott at geva okkum, og hennara pannukøkur skuffa ongan.
 
Omma og abbi, vit siga tykkum takk fyri, at hurð tykkara og armar tykkara altíð standa opin fyri okkum. Omma og abbi eru ikki nógv úti, men føroyskan dans dámar teimum væl, og tey hava dansað í norðstreymoyar dansifelag í nógv ár.
 
Í næstan 30 ár hava tit bjóða børnum við familju, at verða saman jólaaftan til ræstan fisk, og har verða so allar gávurnar deildar út, somuleiðis hava tit savnað øll aftur annan jóladag til ræst kjøt, eini 50 í tali, so tað má sigast, at har hjartarúm er, er eisini húsarúm. Vit gleða okkum til at heiðra dagin saman við tykkum og vónandi mongum av vinum og kenningum tykkara mikudagin norðuri hjá Magnagubba.
 
Enn einaferð ynskja vit tykkum hjartaliga tillukku, og siga takk fyri alt tit eru fyri okkum øll.