2013 var eisini merkt av einstøkum størri hendingum, eitt nú, tá trolarin Gullberg sakk norðanfyri Føroyar 31. juli og ódnini, ið raktið landið 15. desember 2013. Talið av skaðahendingum hækkaði tí til umleið 10.400, samanborið við umleið 8.900 árið fyri. Hetta er munandi hægri enn eitt meðal skaðaár.
Íløguavlopið hjá felagnum gjørdist 7,6 mió.kr. móti 22,0 mió. kr. í 2012. Samlaða úrslit eftir skatt gjørdist tí 8,2 mió. kr. móti 60,1 mió. kr. í 2012 hjá Tryggingarfelagnum Føroyum.
Gongdin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum er m.a. tengd at búskaparligu gongdini í Føroyum. Orsakað av hesari, og øktari kapping frá føroyskum, íslendskum og donskum veitarum á skaðatryggingarøkinum, væntar felagið eina lækking í samlaðu tryggingarinntøkunum í ár. Skaðagongdin er tó tengd at stórskaðum og veðri og vindi. Hóast ilt er at meta um gongdina í tryggingarvirkseminum, so væntar leiðslan, at tryggingartekniska úrslitið í 2014 verður jaligt.
Tryggingarfelagið Føroyar er ein sterk og trygg fyritøka, ið lýkur øll ásett lógarskrøv. Fyritøkan hevði eitt combined ratio á 99,1 og eginognin á 314 mió. kr. við árslok. Bruttoendurgjaldsprosentið (claim ratio) lá á 74,2, meðan bruttokostnaðarprosentið (cost ratio) var 20,2.
Regin Hammer, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum, er somuleiðis nøgdur við ársúrslitið.
– Í fjør lækkaðu vit tryggingargjøldini við 20 prosentum. Harumframt vóru vit vitni til enn eina umfatandi og kostnaðarmikla ódn. Hetta var tí eitt nøktandi úrslit, sigur Regin Hammer at enda.










