Gullash umborð á Brimli

Hóast hann kom til landið sum nýbygningur úr Noregi í ár 2000, er hann framvegis sum eitt nýtt skip, reinur, nossligur og væl hildin bæði uppi og niðri. Sosialurin var í gjár ein túr umborð á Brimli, sum er okkara stoltleiki á vaktar-og bjargingarøkinum

Umborð

 

Úr vindeygunum í Miðlahúsinum sæst Brimil koma stillisliga inn um Havnarmola. Skipið tekur seg væl út, siglir fyrst beint inneftir vánni, men snarar síðan knappliga í bakborð yvir ímóti vestaru bryggju. Skipið arbeiðir væl, og á brúnni og øllum plássum umborð er roynt og rakst fólk.

Ein tíma eftir, at Brimil hevur lagt til bryggju, koyri eg mær ein túr yvir fyri at vita, um onkur av manningini enn er umborð.

Og kanska vit fáa eitt prát...

Komin yvir á vestaru bryggju, síggi eg, at ein maður í oljuklæðum stákast á dekkinum.

Eg fari upp ígjøgnum leytaran og stígi inn á dekkið.

- Ert tú ein av manningini?

- Ja, eg eri við her.

- Hevur tú hug at siga eitt sindur um, hvussu tað er at sigla við Brimli?

Maðurin ber seg ikki undan, men heldur kortini, at best hevði verið, um vit prátaðu við skiparan Jákup Muller, sum helst er uppi á brúnni.

Komin til dyrnar, sum ganga inn á dekshæddini á skipinum, sæst skjótt, at her er ikki bara at stíga innar í útiskóm. Inni á gongini gongur maður og vaskar, og bæði gólv og veggir skína sum á einum reinum hotelli.

Nei, her stígur tú ikki innar í útiskóm.

Maðurin kemur ímóti mær og biðir meg taka ein bláan plastikposa upp á hvønn skógvin. Hetta er sami posi, sum tú fert í, tá ið tú vitjar á einum framkomnum fiskavirki.

Ein annar maður kemur nú eftir gongini. Tað er Jóannes Hansen, sum hevur ábyrgdina av maskinuni.

Vit fylgjast innar í stóru og snotuligu messuna og síggja skjótt, at kokkurin Signar Haraldsen, sum stákast í galluni, er við at verða liðugur við døgurðan.

Jóannes fylgir mær nú upp á brúnna fyri at vita, um Jákup Muller, skipari, er har.

Ávegis steðga vit eitt lítið bil í lítla roykirúminum, sum teir hava umborð. Har er borð, tvær smáar sofur og kaffikanna.

Uppi á brúnni hitta vit skiparan, og vit hitta eisini unga dekkaran, Jákup Paula Joensen.

- Hevur tú ikki verið umborð á Brimli áður, spyr skiparin.

- Nei, undarligt at siga tað, men tað havi eg ikki.

Alt skipið er nógv rúmligari, enn tú áður hevur ímyndað tær. Alt er so reint og vakurt, eingin skipsroykur.

Jóannes, Jákup og eg hyggja nú ein túr um ein part av skipinum.

- Hetta er skiparakamarið. Sum tú sært, liggur kamarið heilt her frammi. Tá ið vit sigla ímóti, og skipið stoytir hart, plagi eg at leggja meg her afturi á sofuni, sum er nakrar favnar aftari enn sjálv koyggjan.

Hvørt kamar hevur rúmligt wc við brúsu, og í hvørjum kamarið er telda og netsamband.

Umborð á Brimli er venjingarhøli við nøkrum maskinum, og skipið hevur eisini sauna.

- Brúka tit nakað av hesum? spyrji eg.

- Jú, hetta verður nógv brúkt av manningini, bæði venjingarhøli og sauna’in, sigur Jóannes.

Á vitjanini detta vit eisini inn á ”sjúkrahúsið”, sum er umborð, og vit eru eisini inni í almenna rúminum, sum tað verður rópt. Tað er her, at myndir hanga av løgmonnum og landsstýrismanni við konu, sum sat, tá ið Brimil kom til landið.

Vit vitja eisini ”skúlastovuna”, har sjómansskúlanæmingar um várið og um heystið fáa frálæru, tá ið teir eru umborð á Brimli í starvsvenjing.

- Jú, skipið er væl hildið – heilt úr botninum, um maskinrúmið og upp á brúnna, sigur skiparin, sum nú bjóðar mær at eta døgurða saman við manningini.

Kokkurin er liðugur við døgurðan, og vit sessast í messuni.

- Her er eingin mamma umborð, og hvør fær sær sjálvur, sigur skiparin skemtandi.

Við døgurðaborðið verður prátað um alt millum himmal og jørð, og politiska støðan við samgongusamráðingum kemur sjálvandi eisini upp at venda.

Tá ið døgurðin er etin, bjóðar skiparin sær at vísa mær, hvussu satelitskipanin virkar. Teir kunnu síggja, hvar føroysku skipini eru – heilt úr føroyskum sjógvi og vestur á Flemmish Kapp.

Jóannes bjóðar sær eisini at vísa mær niður í maskinrúmið, sum kundi verið sera áhugavert at sæð.

Men nú rennur tíðin undan, og kortið í myndatólinum er eisini vorðið fult.