Tað er nakað síðani, at høvuðsstýrið í Hini Kirkjuligi Heimamissiónini tók avgerð um at seta Gullak Hansen í hetta starvið.
Frammanundan hava hann og konan, Jónhilda ferðast nógv kring landið og hildið møtir, bæði úti og inni. Men nú verður hann so settur í fast starv sum trúboðari við virkisøki í Streymoynni.
Arbeiðsætlan hansara verður skipað soleiðis, at hann meginpartin av tíðini kemur at virka í sunnara parti av oynni, og in partin í norðara partinum.
Hetta er eisini orsøkin til, at hildnar verða ikki færri enn tvær móttøkur fyri honum - ein í Havn og ei í Kollafirði.
Fyrra móttøkan verður komandi sunnudag, 28. august í Meinigheitshúsinum í Havn, meðan seinna móttøka verður í Missiónshúsinum í Kollafirði tann 11. september.
Á báðum møtunum fer Gullak Hansen sjálvur at tala. Annars verður nátturði og høvi at heilsa uppá Gullak og konuna Jónhildu hesar dagar.