Tað skrivar Frihedsbrevet í morgun, sum hevur kannað partaeigaraviðurskiftini í Føroya Banka – sum fyrr æt BankNordik.
Frihedsbrevet skrivar, at tvey feløg, sum føroyski stórreiðarin í Hirtshals, Gullak Madsen, er stjóri í, hava seinasta árið keypt tíggju prosent í part av Føroya Banka. Hetta hevur við sær, at Madsen-familjan í Hirtshals er tann, sum hevur mest at siga av eigarunum í bankanum.
Hóast landið eigur 35 prosent í bankanum, so hevur landið bara 10 prosent av atkvøðunum, meðan feløgini hjá Gullaki Madsen hava 20 prosent. Orsøkin er, at viðtøkur bankans siga, at eingin partaeigari kann hava fleiri enn 10 prosent av atkvøðunum – líka mikið hvussu stórur hann er. Men av tí at Gullak Madsen hevur síni partabrøv í tveimum partafeløgum, so telja hansara 10 prosent tvær ferðir.
Greinin í Frihedsbrevet kann lesast her