Dysturin millum Duritu Jensen og Henriettu Nielsen úr Føroyum og tvær gentur av Gotlandi um gullið í tvímansleiki hjá kvinnum í borðtennis gjørdist serstakliga spennandi.
Gotlendingar vunnu tvey tey fyrstu settini, men so komu føroysku genturnar sterkt aftur og vunnu tey bæði næstu settini, soleiðis at alt bleiv avgjørt í fimta og seinasta settinum.
Her løgdu føroysku genturnar væl fyri, og tær hildu seg greitt á odda alt settið og vunnu at enda 11-3 og harvið gullið.