Tað letur til, at teir bátarnir, sum longu undan ólavsøku hava vunnið FM ella sum undan ólavsøku hava verið stórfavorittar at vinna FM, eisini vinna á ólavsøku.
Soleiðis hevur tað verið í øllum róðrunum higartil í góðum líkindum at rógva á Havnarvág, og soleiðis var tað eisini, nú 6-mannaførini við kvinnum róðu.
Jarnbardur hevur vunnið allar tær seks undanfarnu ferðirnar í summar, og aftur í dag var Jarnbardur klárt nummar eitt. Tað var meiri enn ein bátslongd frá Jarnbardi og til fremsta avbjóðaran. Fremsti avbjóðarin í dag var Froðbingur, sum eisini allar undanfarnu ferðirnar hevur verið næstfremst.
| 1 | Jarnbardur (RK) | 04:36.17 |
| 2 | Froðbingur (FSR) | 04:39.01 |
| 3 | Sundabáturin (NHR) | 04:47.31 |
| 4 | Páll Fangi (KRF) | 04:50.43 |
| 5 | Hvessingur (HSR) | 05:01.45 |
| 6 | Sjóherji (Tindur) | 05:15.02 |
stavnur.fo
-
FM úrslitið
| 1 | Jarnbardur (RK) | 49 |
| 2 | Froðbingur (FSR) | 42 |
| 3 | Sundabáturin (NHR) | 35 |
| 4 | Páll Fangi (KRF) | 27 |
| 5 | Sjóherji (Tindur) | 20 |
| 6 | Hvessingur (HSR) | 3 |
| 7 | Tvørabáturin (FSR) | 3 |
| 8 | Sjódrekin (Skála) | 1 |
| 9 | Gongurólvur (HR) | 0 |











