Millum tey 2700 luttakandi eru eisini seks føroyingar, og kappast hesi í svimjing og boccia. Og her hava svimjararnir hjá ÍSB vunnið fýra heiðursmerki. Osvarl Hansen vann gull í 25 metra ryggsvimjing, og Dan Akursmørk (25 m firvald), Súsanna Johannesen (25 m ryg) og Osvald Hansen (200 m frí) vunnu sær bronsu. Í boccia gjørdust Jógvan Telling, Marius Johansen og Dánial Jákup Djurhuus nummar fýra.










