Gull í Reykjavík

Føroyskir badmintonleikarar hava vunnið eitt gullheiðursmerki og fýra silvurheiðursmerki í kapping í Reykjavík.

20 føroyskir senior badmintonleikarar hava verið í Reykjavík um vikuskifti, har tey hava spælt í ávíkavist Meistarabólkinum, A- og B bólkunum. Spælt hevur verið bæði í einmans-, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Meistaramót Reykjavík er ein opin kapping, og tað verða bert latin heiðursmerki til 1. og 2. pláss. Nógvir góðir og spennandi dystir blivu leiktir, og leikarnir eru nøgdir við kappingina.

 

Tað er serstakliga í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki, at íslendingar góðu føroyingum ein skarpan umgang. Men føroyingar komu í semifinalur í øllum bólkunum. Í meistarabólkinum vóru tað Gunnarstein brøðurnir sum leiktu ein tættan tvímansleik og systrarnar Carlsson stóðu seg væl ímóti íslendsku kvinnunum. Í A bólkinum vóru Gunnva Jacobsen og Sólfríð Hjørleifsdóttir akkurát óv stuttar til at sleppa víðari í finaluna. Føroyingarnir Herman Eysturoy og Ómar Sigurbergsson, sum vunnu silvur í tvímansleiki bólkur B.

 

Føroyingarnir komu sostatt heim við 1 gullmerki og 4 silvur. Rannvá Carlsson vann silvur (Meistarabólkur), Brynhild Carlsson gull (A bólkur), Sólfríð Hjørleifsdóttir silvur (A bólkur), Hermann Eysturoy silvur og Ómar Sigurbergsson silvur (B bólkur). 

 

Tað vóru leikarar úr Havnar Badmintonfelag, Kollafjarðar Badmintonfelag, VÍF og Miðvágs Badmintonfelag.