Gull í kvinnuflogbólti: “Come back queens”

Oyggjaleikir: Føroyska kvinnuflogbóltslandsliðið vendið einum næstan visum tapi til ein ótrúliga sigur á Bermuda í kvøld. Saaremaa var á odda 2-0 í settum og var á odda 10-2 og 16-8 í fjórða setti. Men so vendið føroysku kvinnurnar dystinum og vunnu fimta sett greitt 15-7.

 

Saaremaa sá út sum ein greiður vinnari av flogbóltsfinaluni hjá kvinnum, tá tær vunnu annað sett 25-21. Munurin á liðnum var ikki so stórur, men tá á stóð, var Saaremaa neyvari í bæði móttøkunum og í álopsspælinum.

 
Í triðja setti vístu føroysku damurnar styrki og vunnu 25-16, eftir at hava verið greitt omaná á alt settið. Nú manglaði bara at góða spælið helt fram, men Saaremaa vildi tað øðrvísi. Tær komu á odda bæði 10-2 og 16-8, áðrenn føroyska liðið vendið gongdini.

 
Margit G. Joensen bjargaði fleiri bóltum á veg í gólvið og fekk spælt teir upp til Einu S. Kalsø, sum víðari spældi bóltarnar til Birgit Guttesen og Sofíu Purkús.

 
Í blokkinum byrjaði alt brádliga at rigga. 11-arin hjá Saaremaa, sum vann at kalla alt fyrstu bóltarnar fekk nú ikki bóltin framvið okkara blokki, sum fyri tað mesta var mannaður við Anju Danielsen og Karinu Debes. Anja Danielsen hevði eisini nakrar framúr servur, tá tað veruliga var brúk fyri tí.

 
Tað endaði við, at føroyska liðið setti seg fullstendiga á dystin og genturnar hjá Saaremaa tóktist fjálturstungnar.

 
Í fimta setti kom vinnaraviljin hjá føroyska liðnum til sjóndar. Tær vóru omaná og vunnu uppiborið 15-7 til stóra gleði fyri nógv føroysku áskoðararnar.

 
Føroyar-Saaremaa 3-2 (21-25, 21-25, 25-16, 25-21, 15-7)