Gull, gull, silvur og bronsu

Fleiri heiðursmerki og ein ung kvinna megnaði Oyggjaleikakravið á tveimum teinum í Reykjavík um vikuskifti

Sum in.fo skrivaði leygardagin, hava føroyskir ungdómar verið á stevnu í frælsum ítrótti í Reykjavík um vikuskifti. Treystið, Hvirlan og Bragdið, høvdu sent fólk avstað, men veðurtrupulleikar gjørdu, at tey bæði seinni nevndu feløgini gjørdust nakað seinkað og komu ikki til Reykjavíkar fyrr enn leygarmorgunin.

 

Kortini hevur gingist teimum væl. Ítróttarfelagið Bragdið hevur gjørt okkum tann beina at senda okkum úrslitini hjá teirra íðkarum.

 

Katarina Høj gjørdi veruliga um seg. Umframt at seta nýtt persónligt met og vinna gull á 800 metrateininum leygardagin, kláraði hon eisini oyggjaleikakravið. Tíðin hjá Katarinu varð 2.16,44, meðan kravið júst er hækkað úr 2.25 til 2.20. Hon var tíð væl innanfyri kravtíðina, og hevur vunnið sær rætt at umboða Føroyar á Oyggjaleikunum í Jersey.

Sunnudagin vann hon gull á 1500 metrateininum, setti nýtt persónligt met við tíðini 4.52,39, sum eisini var væl undir oyggjaleikakravið á 5.00 minuttir.

 

Niklas Kruse hevði eisini eitt gott vikuskifti. Hann setti persónligt met bæði á longdarlopi og 200 metrar innandura renning. Margit W. Frímundsdóttir setti eisini persónligt met í 200 metrar innandura renning.

 

Rúni Seloy hevði longu klárað kravtíðina til Oyggjaleikirnar. Tað gjørdi hann seinasta vikuskifti á stevnu í Malmö. Hann betraði tó um tíðina og sett nýtt føroyskt innandura met á 800 metrum, við tíðini 1.56,51. Hetta var gott nokk til at vinna honum eitt bronsuheiðursmerki í Reykjavík.

 

Steingrímur Hallson sett persónligt met á 400 og 800 metrum, meðan Steintór Egholm vann silvur á 800 metrateininum í bólkinum dreingir 15 ár. Steintór Egholm setti eisini persónligt met á 400 metrum, við tíðini 54.99.