Gulddreng og Janus Wiberg Mortensen á pall

Hví fara eftir silvur, tá tú kann fáa gull?, spyr Janus Wiberg Mortensen, sum í hesum døgum hevur vitjan av Gulddreng heima í Føroyum.

Fríggjakvøldið verður tað gullregn, sum fer at merkja Reinsaríið, tá hittmakararnir Gulddreng og Janus Wiberg Mortensen fara á pallin.

Gulddreng hevur havt óteljandi hitt, bæði í Danmark og í Føroyum, meðan Janus hevur havt fleiri hitt í Føroyum. 

Malte, eisini nevndur Gulddreng, og Janus fara á pall klokkan 21 í annaðkvøld.