Gulak Madsen keypt eina nýggja Ruth

Nýggi kombineraði nótabáturin og trolarin, sum er bygdur í Noregi í 1998, er keyptur fyri 50 milj. norskar krónur.
<DPTAB>    - Nýggja skipið er 100 rúmmetrar størri enn hitt gamla, og maskinorkan er nógv størri. Hetta ger, at vit nú eisini kunnu trola eftir svartkjafti, sigur skiparin, Mikkjal Godtfred

Fiskivinna

Føroyingurin, Gulak Madsen, sum í fleiri ár hevur rikið nótabát úr Hirtshals, hevur nú skift gomlu Ruth, fyrrverandi Havlot og fyrrverandi Leiv Hepna, út við eina nýggja Ruth, sum er keypt úr Noregi.
Nýggja skipið er keypt fyri 50 milj. norskar krónur. Tað er bygt í Eidsvig í Noregi 1998. Skipið er 61 metrar langt, ið er sama longd, sum gamla Ruth hevur, men nýggja skipið er 2,5 metrar breiðari. Gamla Ruth er 9,20 metrar breið; nýggja skipið er 11,60 metrar.

Nógvar fyrimunir

Skipari er klaksvíkingurin og hálvi vágbingurin, Mikkjal Godtfred. Hann hevur verið skipari á Ruth síðan 1994, tá ið hann kom av Krúnborg
Mikkjal sigur, at nýggi báturin hevur nógvar fyrimunir fram um hin gamla.
- Hesin er 1100 rúmmetrar og gongur 17,5 míl. Hin er 1000 rúmmetrar og gongur 11 míl.
Skiparin sigur, at gamla Ruth hevur ov lítlan motor til trol, og tí bar ikki til at trola við skipinum.
- Nú kunnu vit bæði royna við nót og trola, og tað gevur stórar fyrimunir

Keypt kvotur

Mikkjal sigur, at orsøkin til, at tað bar Gulaki til at skifta gomlu Ruth út, er, at donsk reiðaríir, sum eiga nótaskip, sambært nýggju fiskiveiðireglunum nú kunnu handla við kvotum, keypa og selja kvotur.
- Gulak keypti trolaran, Triton, í januar í ár og Anne Serine í juni. Hesi bæði skipini hevur hann selt aftur, men hevur varðveitt kvoturnar. Hesi kvotakeyp merkja, at nýggja Ruth nú hevur nógva kvotu.
Skiparin vísir á, at teir nú kunnu fiska 3000 tons av sonevndu nvg-sildini, 2800 tons av makreli umframt norðsjóvarsild og svartkjaft.

Matfiskur

- Øll nótakvotan, sum skipið fiskar, fer til matna, men eitt nú svartkjafturin fer til ídnað.
Mikkjal Godtfred sigur, at tað, sum verður grundarlagið undir rakstrinum, er matfiskurin.
Gulak Madsen byrjaði sína karrieru sum nótaskipaeigari við Lenu Polaris.