Tá ið forsangarin í bólkinum Queen, Freddie Mercury doyði í 1991, var tað ein so harður smeitur fyri guitaristin í bólkinum, Brian May, at hann ikki longur vildi liva.
Hann fall í eina deprissión, og vildi tí taka sítt egna lív.
- Vit stegðaðu við at spæla, og eg kendi tað sum eg hevði mist nakað heilt serligt. Bólkurin var mín familja, sigur Brian May.
Guitaristurin var so deprimeraður, at hann varð innlagdur í eitt avvenjingarheim.
- Vit mistu Freddy og pápi mín doyði stutt eftir. Eg vildi ikki liva. eg gav upp. Eg royndi at fáa dagarnar at ganga, men tað gekk ongan veg, sigur Brian May.
Guitaisturin endaði við at liva eitt lív í einsemi og eftir stutta tíð fór trongdin til at taka sítt egna lív.
Haraftrat greiður Brian May frá, at seinasta tíðin við Freddie Mercury var ræðulig, tí hann hevði ein ringan enda uppá lívið.
Freddie Mercury hevði fylt 65 ár í farnu viku.
Hetta veit eb.dk í dag.










