Klokkan 15 nú sunnudagin, verður altjóða guðstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Tað eru kirkjan, og Marjun Lómaklett, prestur, sum hava tikið stig til guðstænastuna, sum fyrst og fremst er ætlað fólkum av útlendskum uppruna. Men tey leggja kortini dent á, at øll eru tó hjartaliga vælkomin, bæði til guðstænastuna og hugnaløtu í kirkjukjallaranum aftaná.
Fyri einum ári síðani samtykti Klaksvíkar býráð ein integratiónspolitikk, har ljós verður varpað á, at føroyska málið er ein avgerandi fortreyt fyri at integratiónin skal hepnast.
- Men ofta duga útlendingar ikki at lesa føroyskt, og teir skilja heldir ikki málið ella, fyrstu tíðina, teir eru í Føroyum.
- Tí hevur tað stóran týdning fyri integratiónina, at samskifti og tiltøk við hvørt eru á enskum, tí hetta gevur teimum, ið ikki skilja føroyskt, ein møguleika fyri at taka lut á jøvnum føti, siga kirkjan og prestur.










