Eisini føroyingar í Keypmannahavn sleppa í kirkju á ólavsøku.
Klokkan 14 ólavsøkuaftan verður nevniliga føroysk ólavsøkuguðstænasta í Eliaskirkjuni í Keypmannahavn.
Tað verður Bergur Jacobsen, føroyskur prestur í Keypmannahavn, sum prædikar og hann sigur, at evnið verður helst: Hvussu bleiv hann, sum onki skrivaði, til lógarbókstav.
Helgi Breiner Petersen og Hans Erland í Brekkunum standa fyri tónleikinum. Teir hava áður tulkað føroysk sálma- og sangløgum.
- Siðurin at halda ólavsøku guðstænastu í Keypmannahavn, stavar frá Gudmundi Bruun prósti, ið var við til at stovna føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn í 1915, sigur Bergur Jacobsen.
- Soleiðis vórðu tær fyrstu ólavsøkuprædikurnar helst hildnar á føroyskum í danska høvusstaðnum og Gudmund Bruun hevur eisini skrivað eina ólavsøku kantatu, ið er til skjals í Varðanum.
- Seinastu árðini hevur guðstænastan verið í Eliaskirkjuni, ið er granni hjá Føroyahúsinum, har tað eru listaframsýningar, røður, felagssangur, føroyskur dansur og annað, beint aftaná guðstænastuna.











