Skipanin er hon, at børn og foreldur teirra koma í kirkju sum vanligt. Men tá kirkjufólkið byrjar uppá annan sálmin, fara børnini niðurundir í kirkjukjallaran.
Her standa sunnudagsskúlalærararnir til reiðar at hava ein vanligan sunnudagsskúla saman við børnunum. Og tá so gudstænastan er liðug, er sunnudagsskúlin eisini liðugur.
Í kirkjukjallaranum er eitt rættiliga stórt rúm til slíkt arbeiði. Umframt sunnudagsskúlan verða eisini hildin møtir á hesum staði, bæði fyri ung og vaksin, og onnur kristilig tiltøk sum áður vóru í gamla missiónshúsinum.
Hetta húsið varð vígt fyri 72 árum síðani, og treingir til stórar ábøtur. Hinvegin verður arbeitt við at útvega bygdini eitt nýtt missiónshús beint við kirkjuna.









