Vesturkirkjan ætlar sær at hava afturvendandi gudstænastur, sum eru serliga ætlaðar teimum millum 20-40 ár.Í dag klokkan 16 verður fyrsta gudstænastan av hesum slag í Vesturkirkjuni.
- Hetta er ein nýggj gudstænasta, sum verður hvønn fyrsta sunnudag í mánaðinum. Henda gudstænastan er øðrvísi enn gudstænastan sunnumorgnar. Felagssangurin verður nýggjari kristin sangur, har ein tónleikabólkur spælir undir, skrivar Vesturkirkjan í tíðindabrævið.
Umfram at vera stíla til tey yngru, hava tey eisini syrgt fyri góðum umstøðum hjá foreldrum at taka børn við. Tað verður gjørt pláss í kirkjuni, har ið børnini kunnu vera.
- Tað verður Derhard Jógvansson, sum prædikar. Til hesar gudstænasturnar verður millum annað serligur dentur lagdur á felagsskapin. Tí verður kirkjukaffi eftir gudstænasturnar, har fólk kunnu koma hvørjum øðrum við, sigur Vesturkirkjan.