Vesturkirkjan: Fólk sita á benkrunum í kirkjuni. Klokkurnar boða frá gudstænastu, og fólk sita bert og bíða eftir at urguleikarin skal seta í gongd við einum brúsandi marsji. Men so var ikki.
Sera hegnisliga hevði hann til hesa serstøku løtuna valt eina útseting fyri urgu av tí kenda lagnum Nobody knows. Tað var týðiligt, at tá hann spældi hetta lagið, so hugtók tað MC-fólkið.
Tað hugtók eisini annan prestin við hesa gudstænastuna, Bergur D. Joensen at so nógv fólk var komið í kirkjuna.
Eitt var, at út ímóti 80 motorsúkklum stóðu parkeraðar uttanfyri kirkjuna. Hinvegin so vísti henda gudstænastan at ein rúgva av øðrum fólkum eisini vóru komin hagar hesa løtuna helst omanfyri 400 íalt!
Tað er so hugaligt at síggja so nógvar motorsúkklur her uttanfyri, og tykkum øll herinni í kirkjuni.
Tit kundu næstan ikki valt ein betri dag til eitt slíkt tiltak og slíka gudstænastu. Sól og summar, hóast vit eru miðskeiðis í februar mánaði, segði hann.
Løtu seinni mátti hann kortini koma við eini rætting: Tann eini deknurin hevði júst greitt honum frá, at motorsúkklurnar høvdu altso møtt einum kavaæli á vegnum!
Sangur í heimsflokki
Hetta var ein vanlig gudstænasta á mangar mátar, men eisini ein óvanlig gudstænasta.
Frammanundan høvdu fyrireikararnir tosað við báðar prestarnar við kirkjuna áðurnevnda Berg og Hera Joensen, og høvdu haraftrat fingið loyvi frá Hans J. Joensen bispi at skipa fyri slíkari gudstænastu.
Tað sum breyt frá eini vanligari gudstænastu vóru framførslurnar av sangi. Her var eitt rættiliga gott blandað úrval valt til hetta høvið.
At systrarnar Vanja, Barbara og Leila hava dugað at sungið, er væl teim allarflestu kunnugt. Men at tær framvegis duga tað og kanska bara gerast betri og betri tað prógvaðu tær til fulnar á hesi gudstænastuni.
Tær sungu í fyrsta umfari nakrar sangir bæði við tónleiki og uttan tónleik. Sigast kann, at tað ljóðaði eins væl í báðum førum. At so umstøðurnar og tað stóra kirkjurúmið eisini vóru til staðar, gjørdi bara framførsluna so sera hátíðarliga.
Eftir at hesa tríggjar systrarnar høvdu framført sínar sangir slapp mammubeiggi teirra fram at mikrofonini. Hann er ein av teimum, sum man hava best skil á bilum og motorsúkklum.
Sofus Hansen dugir kortini annað enn hetta. Hann hevur eisini eina frálíka sangrødd, sum fólkið enn einaferð slapp at hoyra við hetta høvið, frammanfyri nøkrum av sínum vinmonnum.
Sera væl valt til høvið sang hann sangin The Old Rugged Cross, meðan svágurin, Victor spældi á stóru urguna. Tað var kvirt í kirkjuni meðan hann sang.
Eftir sangin hendi nakað, sum ein sjáldan hevur sæð áður í Vesturkirkjuni: Tá sangurin var liðugur fór ein stórur partur av fólkinum á føtur og gav Sofusi dundrandi lógvabrestir fyri hesa framúr góðu framførsluna.
Tað var kortini fleiri enn hesi sum sluppu at syngja við hetta høvið. Kim Hansen hevði góðar menn aftrat sær á guittarum og trummu, og spældi sjálvur á flyglið, meðan hann sang sangin um Mariu og síðani kenda sangin Jesus, halt meg við tín kross.
Hetta vóru somuleiðis ógloymandi minuttir, har ein serliga legði merki til, hvussu væl James fekk trummurnar at byggja undir orðini í sangunum.
Kraftin
Til eina slíka gudstænastu hoyrir sum vera man eisini ein prædika. Og hana stóð Bergur D. Joensen fyri, meðan Heri Joensen hevði altargangin.
Bergur byrjaði prædiku sína við at siga, at hann hevði sett sær sjálvum spurningin um, hvønn tekst úr bíbliuni er best hóskandi til eitt slíkt høvi.
Hann hevði spurt seg fyri hjá starvsfelaga sínum, Hera og hesin hevði beinanvegin nevnt fyri honum um profetin Elia sum fór til himmals við einum eldvagni.
Men orðini í Rómverjabrævinum, um at gleðiboðskapurin er Guds kraft til frelsu fyri hvønn tann sum trýr, eru sera hóskandi til eina slíka gudstænastu, segði Bergur. Hesi orðini vórðu skrivað av Paulusi, sum ikki vildi skammast við henda gleðiboðskapin og hesa kraftina.
Henda kraftin ella dynamitt, sum tað verður nevnt á frummálinum var hon sum virkaði, Gud skapti jørðina. Henda kraftin virkaði eisini, tá Jesus t.d. vísti sítt vald mótvegis teimum sjúku menniskjunum sum hann grøddi, og tá hann sjálvur reis upp frá deyðum á páskum.
Tit sum her sita vita alt um, hvørja kraft og power tykkara egna motorsúkkla hevur. Hinvegin, eru vit sum menniskju veik, so hevur Gud kortini alt valdið og vil geva okkum nýggja megi. Og við at taka ímóti gleðiboðskapinum vil hann gera okkum til hansara børn.
Til tín tørv
Undan hesi gudstænastuni hevði Bergur nomið sær kunnleika um motorsúkklur við m.a. at hyggja eftir Discovery-rásini, har nógvar sendingar eru um júst hetta evnið.
Har hevði hann sæð, hvussu ein arbeiddi við teimum kendu Harley-Davidson motorsúkklunum og hvussu ein setur tær saman, í roynd og veru eftir ynskinum hjá keyparanum.
Soleiðis kann ein Harley-Davidson skrúvast saman júst eftir tørvinum hjá tí, sum ætlar at ogna sær hana. Og so løgið tað kanska ljóðar, so er gleðiboðskapurin um Jesus Kristus á sama hátt.
Hesin boðskapur er ætlaður øllum, um tey bert vilja taka ímóti honum við trúgv. Soleiðis kann hann gerast okkara boðskapur við trúgv, segði Bergur m.a. í prædiku síni.