Guðrun Sólja Jacobsen er útbúgvin sanglærari og vitjar leygardagin á Tvøroyri.
Skeiđiđ byrjar viđ felags undirvísing um teknikkin, har ein og hvør, iđ er áhugađur í røddini kann luttaka.
Tað kann verða ein, sum fyri fyrstu ferð skal læra at syngja, ella ein sum vil blíva betur at brúka røddina, ella ein sum vil brúka tað til egna undirvísing.
Tað verður m.a. felagssangur, felags venjingar og smáðar upptøkur av raddar-bondunum.
-Og so kann ein og ein - um ein sjálvur vil, koma upp at syngja og arbeiđa við onkrum eftir egnum ynski - sang, talu, frásøgu.
- Eg havi ein frálíkan pianist viđ mær, sum spælur júst tađ ein ynskir at syngja, sigur Guðrun Sólja.
Teknikkurin vit fara at arbeiða við eitur "Komplet Sangteknik" (Complete Vocal Technique). Ein Teknikkur, sum er nógv frammkomin hesu seinastu árini.
- Eg eri útbúgving Complete Vocal Technique lærari frá Complete Vocal Institute, sum í dag er størsti sangskúli í Evropa, sigur Guðrun Sólja.
-Aftaná verður møguleiki at hava lítla konsert á Seglloftinum fyri áhugaði. Um ein vil luttaka, so er senda mær eini boð á facebook ella á gudrunsj(at)gmail.com, sigur Guðrun Sólja, sum gleðir seg at undirvísa í heimstaðnum.