Guðrun Sólja á Reinsarínum

Tann 30. september er Guðrun Sólja Jacobsen partur av Open Mike tiltakinum á Reinsarínum.

Tann 30. september er Guðrun Sólja Jacobsen partur av Open Mike tiltakinum á Reinsarínum.

Hon bergtók alt ríkið, tá hon í Stjerne For En Aften gjørdist fyrsta ordiliga føroyska reality stjørnan, hása røddin hjá Guðrun Sólju Jacobsen kínur hvørjum tóna og rakar beint í hjarta. Tað er blivið til fleiri fløgur og óteljandi konsertir, síðan hon í 2003 endaði mitt í verðini, eftir Stjerne For En Aften sigurin.
30. september kemur Guðrun Sólja á vitjan í Reinsaríiið, har Monkey Rat Duo eru vertir til Open Stage/Open Mic.

 

 

Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera tað fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ætla at vera ein ein kreativur verkstaður har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki. Heitt verður á øll, ið hava okkurt uppá hjarta at koma í Reinsaríið, tí har er opin pallur til tykkara.

 

 

Anna og Arnold úr MonkeyRat eru vertir og framføra eisini, og hvørt mikukvøld hava tey boðið einum serligum gesti at framføra.

 

Skráin er hendan:
19:30: Tilmelding
20:00 – 20:30: Guðrun Sólja Jacobsen
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
20:45 – 22:00: Open Stage/Open Mic
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja.