Í EM í stuttgeil í morgun var Guðrun Mortensen í hylinum, sum tann síðsti av tilsamans sjey føroyingum. Guðrun svam 100 metrar frí og var í riðli eitt, geil seks.
Guðrun Mortensen hevur áður svomið teinin við tíðini 57,62, men í morgun eydnaðist tað ikki heilt so væl. Guðrun kom á mál við tíðini 58,53, sum er eitt lítið sekund seinni enn persónliga metið, ið hon setti í mai í ár, sum eisini er føroyskt juniormet.
Guðrun gjørdist aftast av 55 luttakarum. Fyrst á mál var Sarah Sjøstrøm úr Svøríki við tíðini 52.17.