Guðrið við nýggjum skulpturum

Fríggjadegin letur upp framsýning í Listaskálanum, har Guðrið Poulsen sýnir fram skulpturar

“Millumrúm” er heitið á sýningini, har listakvinnan sýnir fram skulpturar, sum hon hevur gjørt seinastu tíðina.

 

Ferniseringin verður klokkan 16, og fer Benjamin Petersen at spæla til hesa, samstundis sum savnsstjóri ná Danmarks Keramikmuseum, Lise Seisbøll, fer at bera fram røðu.