Seinasta heyst stakk ein av bestu kvinnuligu flogbóltsleikarunum, Gudrid Nolsøe, í sekkin og fór til Danmarkar í lestrarørindum. Samstundis hevði hon gjørt av at royna kreftir við danskan toppflogbólt, og eftir stuttari tíð hevði hon fingið fótin fastan á fyrstaliðið hjá Fortuna úr Odense.
Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyskir flogbóltsleikarar gera seg galdandi í bestu deildini, men avrikið hjá Gudrid ? og Bárði, sum spælir í sama felag ? eigur at geva øðrum føroyskum leikarum blóð á tonna.
Neyvan hevði Gudrid hugsað fyri sær, tá hon fór, at hon seks mánaðir seinni skuldi vera við til at spæla um sjálvt DM heitið, men soleiðis er veruleikin nú vorðin.
Fingu kravda sigurin
Um vikuskiftið spældu Fortunakvinnurnar móti ASV og hjá teimumvóru boðini greið. Ætla tit tykkum í endaspælið um meistaraheitið, so hava tit at vinna dystin móti ASV.
Av tí at ASV undan dystinum lá triðniðast átti tað ikki at gerast trupult hjá Gudrid og hennara liðfeløgum at vinna dystin, og so varð.
Hóast tær vóru eitt sindur kroystar í fyrra hálvleiki vunnu Fortunakvinnurnar dystin greitt 2-0 og við sigrinum tryggjaðu tær sær pláss í endaspælinum. Taparin í spælinum gjørdist HIK Ålborg, sum við 16 stigum ? tveimum færri enn Fortuna ? skal spæla endaspæl um einki.
Spæla um einki
Hjá Alvildu Ólavsdóttir og Anniku Joensen hevur gingið rættiliga illa í hond í ár. Venjarin fekk sekkin tá ringast stóð til, og síðani er bert eydnast teimum at hála tveir sigrar heim. Hetta vikuskiftið spældu tær móti Gentofte, og tær taptu dystin ruddiliga 2-0.
Nú innleiðandi kappingin er liðug, er TV55 á næstseinasta plássi, og tær skulu tí vera við tí løgna endaspælinum um einki ...
Orsøkin til hetta er, at danska flogbóltssambandið hevur avgjørt, at landskappingin skal víðkast til 10 lið úr átta, og tí skulu tey fýra niðastu liðini bara spæla móti hvørjum øðrum um æruna. Neyvan nakað, sum fær spælararnar at gera sítt ítarsta, tí tað kann vera fullkomiliga líkamikið um tað verður vunnið ella tapt.
Bárður í somu støðu
Mansliðið hjá Fortunu er í somu støðu sum TV55 kvinnurnar, tí teir liggja eisini næstniðast. Teir kundu við sigri á Skovbakken um vikuskiftið flutt seg upp á triðsíðsta pláss, men hvørki hugur ella vilji var til staðar skilja vit úr Odense.
Skovbakken vann greitt 2-0, men hjá teimum er støðan lítið mætari. Teir liggja nevniliga á triðsíðsta plássi og skulu spæla móti Fortuna tvær ferðir aftur í vetur, tá endaspælið um einki verður ...










