Gudrid Nolsøe: Upp á tíðina vit eru við aftur

Flogbóltur: Upptakt til hálvfinalurnar hjá kvinnum millum Fleyr - TB

- Tað er eingin ivi um, at vit fara eftir sigrinum og finaluplássinum. Tað siga bæði Romica Øster og Gudrid Nolsøe, ávikavíst venjarar hjá Fleyr og TB, undan hálvfinalunum í steypakappingini, sum verða spældar í høllini á Hálsi leygardagin.

 

Hóast Fleyr vann greipuna í fjør, ber ikki bara soleiðis til at gera tær til favorittar til sigurin, nú nýtt kappingarár er byrjað, tí liðið hevur mist fleiri av yngru stuðulsleikarum frá í fjør. Tað sæst eitt sindur á úrslitunum í landskappingini, har Fleyr liggur á 4. plássi, beint aftan fyri TB. Kortini hevur Romica Øster, venjari, góðar vónir.

 

- Vit fara sjálvandi eftir sigrinum, og hóast vit í summar mistu fleiri leikarar, so haldi eg at vit hava ein góðan møguleika at vinna. Vit hava framvegis eitt gott lið, og vit fara at gera alt fyri at fáa sigurin, sigur Romica Øster.

 

Hjá TB er ætlanin júst tann sama

Gudrid Nolsøe, sum aftur í ár er venjari í barndómsfelagnum, er aftur at síggja á vøllinum, og tað er hennara greiða mál at fáa lið sítt í finaluna. Og hon hevur vónir um at tað fer at bera til. Hon hevur hetta kappingarárið fingið fleiri “eldri” leikarar aftur á vøllin, millum aðrar Helga Guttesen, sum fyrr spældi við SÍ.

 

- Eg haldi at vit hava eitt so gott lið, at vit saktans kunnu vinna okkum í finaluna, og tað fara vit at spæla eftir, sigur Gudrid Nolsøe og leggur afturat:

 

- Tað hevur stóran týdning fyri undirtøkuna hjá felagnum at tað gongur væl, so tað er ein orsøk til, at vit vilja í finaluna. Hin er sjálvandi, at nú halda vit tað vera uppá tíðina, at TB aftur verður millum tey bestu, sigur Gudrid Nolsøe.

 

Dystirnir eru hesir:

Kvinnur:

Kl. 13.00 Fleyr – TB

Kl. 15.00 SÍ – KÍF

 

Menn:

Kl. 17.00 ÍF – SÍ

Kl. 19.00 Fleyr – Ternan