Guðrið Højgaard tók við sum stjóri á Ferðaráðið Føroya í 1. mai í 2012. Ráðið var tá endurstovnað undir Vinnumálaráðnum, eftir at tað hevði verið fyri nógvum broytingum seinastu árini og at enda lagt undir Uttanríkismálaráðið, áðrenn tað bleiv heilt avtikið.
Síðani Guðrið Højgaard tók við, er felagið blivið alsamt meiri sjónligt, og sambært fleiri av luttakarunum á Vestnorden Travel Mart, er tað í stóran mun Guðrið Højgaard at takka.
Anders Stenbakken, stjóri í Visit Greenland og formaður í NATA, er púra avgjørdur.
- Ein stór broyting er hend, eftir at Guðrið Højgaard tók við. Áður var tað ógreitt, hvat Føroyar høvdu at bjóða. Hon hevur megnað at givið føroyska produktinum eina klára rødd, sum ger tað nógv lættari at marknaðarføra Føroyar úti í heimi. Nýggja lýsingarátakið við un-orðunum er eitt gott dømi um hetta, sigur hann.
Kent Christensen, stjóri á Make Travel, heldur, at partur av góðu gongdini má tilskrivast góða sambandinum, Guðrið Højgaard hevur við politisku skipanina.
- Guðrið hevur megnað at fingið nógv sterkari politiska undirtøku enn undangongumenn hennara, og tað er alneyðugt í hesi vinnuni, sigur Kent Christensen. Ferðavinnuni í Føroyum er neyvan lív lagað uttan politiskan stuðul, og tí er tað so týdningarmikið, at stjórin í Visit Faroe Islands hevur politiskan tokka. Og tað hevur Guðrið Højaard uttan iva, sigur hann.
Visit Faroe Islands hevur seinastu árini verið serliga sjónligt við síni un-lýsingarátakið, har Føroyar verða lýstar við ymiskum enskum orðum, ið byrja við forskoytinum un. Í nýggastu kykmyndalýsingini síggja vit orð sum untamed, uncomplicated og unconquered.
Kent Christensen sigur, at tað tykist sum Guðrið alla tíðina hevur meiri at geva.
- Ein fær ongantíð ta kensluna, at nú hevur hon einki vápn eftir í arsenalinum. Tað gongur bara stutt tíð, frá eitt átak er sett í verk, til hon er í gongd við næsta átakið.
Svend Aage Ellefsen, eigari av Hotel Streym, sigur, at størsta broytingin er, at ferðavinnuarbeiði er komið í fasta legu.
- Tað var so nógv órógv í fleiri ár. Ferðaráðið skifti navn og skap í heilum og varð flutt millum stovnar og aðalráð og til endans endurstovnað undir vinnumálaráðnum. Tað er torført at arbeiða undir so skiftandi og óregligum umstøðum.
Hann heldur, at arbeiðið sum Guðrið Højgaard og onnur hava gjørt við at skipa Visit Faroe Islands sum eitt alment partafelag, er tann rætta leiðin.
- Nú verður tað meiri stabilt. Felagið fær fríari teymar at nýta játtanina hjá sær, umframt, at játtanin ikki má og skal brúkast í inniverandi fíggjarári, men kann flytast inn í komandi fíggjarár. Hetta fær at skapa grundarlag fyri einum nógv størri kontinuiteti í arbeiðinum hjá felagnum, sigur Svend Aage Ellefsen.
Inga Hlín Pálsdóttir, stjóri í Promote Iceland, er eisini bergtikin av stjóranum á Visit Faroe Islands. Hon leggur serliga dent á, at samstarvið í útnorðri er nógv broytt, síðani Guðrið Højgaard tók við sum stjóri á Visit Faroe Islands.
- Samstarvið er nógv betri nú. Vit hava ikki bara fingið ein lim afturat í NATA, men ein ógvuliga virknan lim. Hon er íðin og als ikki bangin fyri at taka við ábyrgd. Hetta smittar av á hinar limirnar í samstarvinum, sigur Inga Hlín Pálsdóttir. Guðrið Højgaard tekur við formanssessinum í NATA 1. januar, eftir Anders Stenbakken.
Tað tykist, sum tey flestu eru viss í, at ferðavinnan í Føroyum er í tryggum hondum, so leingi sum Guðrið Højgaard stendur við róðrið.