Guðrið Hansdóttir gevur nýggja fløgu út 19. januar, fyrsta stakfløgan er løgd á Soundcloud síðuna hjá Guðrið í dag.
Sangurin “Taking Ship” er framleiddur og upptikin í samráð við Janus Rasmussen, ið Guðrið eisini samstarvar við í bólkinum Byrta.
Byrta hevur vakt ans bæði úti og heima, og herfyri var kunngjørt, at bólkurin er valdur til at luttaka á konsertferðini Nordisk 2014 í februar. Men arbeiði við Byrtu hevur ikki forða Guðrið í at arbeiða við sínum egna tilfari.
Nýggja lagið ljóðar moderna og spennandi, men hevur sum nógv av tilfarinum hjá Guðrið ein sorgblíðan dám, ið brýtur frá samstarvinum við Janus Rasmussen í Byrtu.