Gudmundur klárur til oyggjaleikirnar

Triathlon: Hóast hann punkteraði og misti einar tíggju minuttir, so vann Gudmundur Joensen FM í triathlon sunnudagin. Hann kláraði eisini kravtíðina til oyggjaleikirnar – og tað við bara fimm sekundum!

Sunnudagin var FM í triathlon í Tórshavn, har luttakararnir sluppu at royna seg á OL-teininum. Luttakararnir skuldu fyrst svimja 1,5 km, síðani súkkla 40 km og at enda renna 10 km. Í nógv ár hevur súkkluteinurin verið frá Tórshavn til Kaldbak og so aftur til Tórshavn. Ein góður teinur, og nevndin í Føroya Triathlon hevði tískil avgjørt, at kappast varð á júst hesi rutu aftur í ár. Koyrt varð frá Svimjihøllini í Gundadali, til Kaldbaks, Kaldbaksbotn, aftur til Kaldbaks og framvið Plantusøluni, niðan til rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu og oman aftur til Plantusøluna, har málið var.

Favoritturin punkterað
Tað skuldi vísa seg at gerast ein hendingarrík FM-kapping. Gudmundur Joensen, sum venur hart eftir at gerast ein triathlon-íðkari, ið kann gera um seg uttanlands, var sum vera man favorittur at vinna kappingina. Hann lá eisini greitt á odda, men ávegis til Havnar aftur hendi tað, sum ikki mátti henda. Hann punkteraði.
- Eg svam skjótt og súkklaði heilt gott, men eg punkteraði á Kaldbaksvegnum ávegis til Havnar. Eg fekk preiðað ein bil, sum beiggi mín sat í. Vit høvdu avtalað at seta eitt dekk við eitt bussskýl, men hvar tað bleiv av, tað veit eg ikki. Ring til mammu, segði eg, og tók so súkkluna á herðarnar og byrjaði at renna, sigur Gudmundur, sum bara kundi hyggja at, meðan Gunnar Dahl-Olsen og Andrass Joensen fóru strúkandi framvið honum. Tá ið hann loksins fekk hjólið, var bara eitt at gera, og tað var at leggja til brots eftir teimum, ið vóru farnir undan honum.
- Eg fekk hetta hjólið tá ið eg ikki hevð súkklað í einar tíggju minuttir. Eg koyrdi heilt ófatuliga skjótt, onkuntíð næstan 60 km/t. Eg bleiv heitur og eg fekk at vita, at tað var hálvur fjórði minuttur til oddamannin, so tað ráddi um at halda eitt høgt trýst. Eg yvirhálaði Gunnar, sum var komin afturum Andrass Joensen, sum eg so yvirhálaði tríggjar kilometrar áðrenn mál, sigur Gudmundur Joensen.

Klárur til Bermuda
Tað var ikki bara føroyameistaraheitið, sum Gudmundur Joensen ognaði sær við at koma fyrstur á mál. Hetta var somuleiðis eisini ein úttøkukapping til oyggjaleikirnar á Bermuda komandi summar, og fyri at sleppa við har var kravið, at íðkari fullførdi teinin upp á minni enn tveir tímar og 15 minuttir. Hetta megnaði Gudmundur, hóast hann óhappið við punkteringini kostaði honum 10-11 minuttir. Og tað var óhugnaliga tætt. Gudmundur kom nevniliga fimm sekund røttu meðin markið, og kann hann nú fegnast um at hava tryggjað sær luttøku á komandi oyggjaleikum.
Hevði tú so klárað kravtíðina, um tú valdi ikki at taka súkkluna á herðarnar og renna?
- Nei, tað kann ein siga, at eg ikki hevði. Eg rann góðar 500 metrar við súkkluni, og tað merkir, at eg spardi eini 35 sekund, sigur Gudmundur, og peikar á, at teir uttanlands hava telt við hjálparamboðum innan hvørjar 10 kilometrar, men at tað í Føroyum eru ov fáir luttakarar og ikki umhvørvi fyri at hava slík viðurskifti.
Gudmundur Joensen er tó væl nøgdur við úrslitið í dag, og tað serliga eftir umstøðunum. Hann hevur nevniliga verið sjúkur í eina viku og ikki vant, og hevði hann ikki havt óhappið og mist teir umleið 10 minuttirnar, so hevði hann megnað at hótt føroyska metið á OL-teininum.
Andrass Joensen var eisini tætt við at megna kravtíðina til oyggjaleikirnar, men hann gjørdist júst omanfyri ein minutt ov stuttur.