Gudmundi dámar væl umborð á Jupiter

Gudmund, starvsnæmingur á uppisjóvarskipinum Jupiter

– Mær dámar væl umborð. Her er gott at vera, og tað góða undirhaldið skaðar ikki, heldur Gudmund.

- Tað besta umborð er ein blanding av fleiri tingum. Gott fólk, playstation, maturin, og tað er altíð okkurt at gera. Vit slepppa eisini at royna okkum, og vita hvat vit klára. Fólkið hevur nógv at siga, og umborð er sera gott fólk. Her er nokk av undirhaldi, og vit flenna altíð, sigur Gudmund, starvsnæmingur.

- Umstøðurnar umborð eru framúr góðar. Tað er góður matur, playstation, og vit hava okkara egnu kømur, sigur Gudmund. Eg hevði væl tímað hetta starvið. Her er trygt, spennandi, læruríkt, og so eg havi altíð havt hug at sigla, sigur starvsnæmingurin.

- Um man ikki leingist illa, og ikki er ov ringur í sjóverki, vil eg viðmæla øðrum at fara í starvsvenjing umborð á Jupiter.

Eitt sera gott arbeiðspláss, sigur Gudmund.