Gudmund Mortensen 50 ár

Í dag verður ein kendur tvøroyramaður, Gudmund Mortensen, 50 ár. Tað kann sigast, at bæði fornavn og eftirnavn andar av søgu.

Eftirnavnið vísir til eina ta týdningarmestu vinnulívsætt, sum hevur verið í Føroyum. N. J. Mortensen er ein tann elsta vinnulívsfyritøkan í Føroyum, og til tíðir hevur hon eisini ein tann størsta.

Fyritøkan er annars umrødd í seinastu Miðviku í samrøðu við Gerdu Einarsson. Her gevur hon eina ja-liga lýsing av Mortensenmonnunum

Gudmund er sonur Hansinu, f. Nolsøe úr Trongisvági, og Niels Juel Mortensen. Tað kann nevnast, at Hansina og mamma hennara vóru við Tjaldrinum, tá tað rendi á Mjóvanes og sakk í 1946.

Niels Juel leiddi ættarfyritøkuna í mong ár. Honum hevði eg í síni tíð nógv við at gera, og hann var eisini ein persónligheit.

Pápi Niels Juel kallaðist eisini Gudmund. Abbi hansara var eisini ein Gudmund, sum var sonur Jón Gudmundssen Effersøe, sum var tann fyrsti Effersøe í Føroyum. Pápi hansara hevur tískil eisini verið ein Gudmund.

So her kundi verið ættarsøga við lít, men tað kann bíða til eina aðra ferð.

Niels Juel og Hansina fingu tvey børn, Desiree og Gudmund. Tað mundi liggja í kortunum, at Gudmund skuldi taka við eftir pápan.

Hann fekk so eina útbúgving og arbeiðsroyndir eftir hesum. Tað gjørdist vist skjótari enn væntað, at boð vóru eftir Gudmundi, tí Niels Juel var ikki gamal, tá hann nokk so knapliga andaðist.

Hetta gjørdi Gudmund so. Sum við øllum í fiskivinnuni hevur tað gingist upp og niður. Men her hevur Gudmund duga at laga seg til umstøðurnar og at framt ta endurnýgging, sum gagnar fyritøkuni. Gudmund hevur orð fyri at vera virkin og arbeiðssamur. Men eyðkent fyri Mortensenmenninar loypir hann ikki framav. Tí hevur fyritøkan eisini yvirlivað so leingi,

Í dag eru tvey skip í fyritøkuni Nim og Drelnes umframt ymiskt virksemi á landi.

Gudmund tók eisini við eftir pápan sum nevndarlimur í reiðarafelagnum, og her hava vit havt nógv saman. Eyðkenni fyri Gudmund er eins og hjá pápanum, at hann er sáttligur og hóvligur, og hann er ein sum heldur vil hava semju enn stríð. Tá kemur vanliga okkurt burtur úr.

Framvegis krossast okkara vegir, og tá er tað hugaligt at fáa eitt prát um aktuellu støðuna og eisinu um farnar dagar. Gudmund fær eisini tað ummæli frá teimum sum kenna familjuna, at hann er trúfastur.


Gudmund er giftur við Súsannu, ættað úr Skopun. Men seinast vit hittust, funnu vit fram til, at vit hava felags røtur í Norðragøtu. Tey bæði eiga tríggjar døtur. 


Ynskt verður tillukku við føðingardegnum.


ó.