Harry Redknapp, venjari hjá Tottenham, sigur seg vera vísan í, at tað eydnast felagnum at fáa íslendska Eidur Smára Gudjohnsen í hópin. Gudjohnsen hevur ikki trivist serliga væl, síðani hann í summar skifti úr Barcelona til Monaco. Lønin í sáttmálanum er tó væl hægri enn tað, sum vanligt verður latið fyri ein sess á beinkinum, og tí ynskir Monaco at leiga spælaran út. Umframt Tottenham hevur West Ham eisini roynt at fáa fatur á 31 ára gamla Gudjohnsen, men sambært útsagnunum hjá Redknapp, verður tað í Tottenham, at hann nú skal skjóta mál.