Guardiola takkar helst fyri seg í Barcelona

BBC skrivar í kvøld, at Josep Guardiola helst ikki heldur fram í starvinum sum venjari hjá Barcelona. Sáttmálin hjá honum gongur út í summar.

 

Hann er bara 41-ára gamal og hevur síðani 2008 staðið á odda fyri einum Barcelona liðið, sum ferð í søguna sum eitt av teimum bestu liðunum nakrantíð. Felagið hevur hesi trý árini vunnið millum annað trý sponsk meistaraheitið og tvey Champions League gull heiðursmerkju.

 

Longu í fjør umhugsaði fyrrverandi liðskiparin hjá Barcelona at takka fyri seg, men valdi at leingja sáttmálan við einum árið.

 

BBC skrivar í kvøld, at Josep Guardiola hevur verið til eitt møti við forsetanum í felagnum, Sandro Rossell, og skal møtast við leikarunum í morgin. Mett verður, at hann fer at boða teimum frá, at hann ikki heldur fram.

 

Høvðusorsøkin til avgerðina skal verða, at Joseph Guardiola er bangin fyri at brenna út, tí starvið sum venjari hjá Barcelona er so krevjandi.

 

Veddingarfyritøkurnar eru longu farnar at spekulera í hvør verður komandi venjari. Ovast á listanum standa millum annað Luis Enrique, sum er venjari hjá AS Roma og fyrrverandi Barcelona leikari, og Marcelo Bielsa, sum er venjari hjá Athletic Bilbao.