Guardiola: Tað er liðugt um vit tapa ímóti Liverpool

Manchester City verður 10 stig aftanfyri Liverpool um teir tapa oddauppgerðina í annaðkvøld

Stóri fótbóltsdysturin fyrstu vikuna í hesum árinum verður á Etihad leikvøllinum í Manchester í annaðkvøld.


Tá taka verandi meistarar, Manchester City ímóti liðnum, ið hevur yvirtikið favorittleiklutin at vinna enska meistaraheitið, nevnliga Liverpool.

 

Og City eru undir stórum trýsti áðrenn dystin, ið byrjar klokkan 20 hóskvøldið. Tapir City dystin verða tað 10 stig upp til Liverpool, og tá verður tað sera torført at endurvinna meistaraheitið. Vinnur City hinvegin dystin er alt opið aftur, og tá verða bert fýra stig upp til Liverpool.

 

Katalanski høvuðsvenjarin hjá Manchester City, Pep Guardiola ásannar eisini, at talan er um ein sera avgerandi dyst: - Tað snýr seg um meira enn trý stig, tí vit møta oddaliðnum. Hetta verður sum ein finala fyri okkum. Vit vilja gjarna vinna Premier League, og tá er kravið, at vit vinna hendan dystin, segði Pep Guardiola á tíðindafundi.

 

Pep Guardiola hevur stóra virðing fyri Liverpool: - Liverpool er sjey stig frammanfyri okkum, tí teir tapa ikki dystir. Teir lata ikki inn mál, hava klassaspælarar og eru í stórformi, sigur Pep Guardiola um oddaliðið.

 

- Vit kunnu ikki missa stig, tí tá er tað liðugt. Tá fer tað nærmast at verða ógjørligt at koma afturíaftur. Sjálvandi fer Liverpool at missa nøkur stig, men neyvan so nógv. Um vit skulu verða við í meistaraskapsstríðnum so verða vit noyddir at vinna okkara dystir. Trupuleikin er, at Liverpool er eitt fantastiskt lið. Kanska tað besta liðið í heiminum nú, og tað mugu vit góðtaka, sigur Pep Guardiola.