45 ári gamli Pep Guardiola, sum verður høvuðsvenjari hjá Manchester City komandi summar ætlar at gera City til eitt stórfelag í altjóða fótbólti. Katalanarin hevur undirskrivað ein sáttmála, sum ger hann til heimsins ríkasta fótbóltsvenjara.
Hvussu nógv "Financial Fair Play" verður galdandi ella ikki, so hevur Pep Guardiola fingið lovað eina risastóra nøgd av peningi at keypa inn fyri, tí Sheikh Monsour vil gera alt fyri, at Manchester City skal gerast heimsins besta fótbóltsfelag.
Sheikh Monsour eigur persónliga eina peningaupphædd, sum liggur um 200 miljardir krónur í okkara peningi, og hann er tann maðurin, sum eigur eitt lið í Premier League, sum er suverent ríkastur.
Sambært altjóða miðlum hevur Pep Guardiola sett sjóneykuna á sjey leikarar, sum allir eru heimsstjørnur í altjóða fótbólti. Ovast á listanum hjá Guardiola eru Robert Lewandowski (Bayern München), Lionel Messi (FC Barcelona) og Paul Pogba (Juventus).
Manchester City skal av við eina upphædd, sum liggur umkring 650 miljónir krónur í okkara peningi, bara fyri at tryggja sær undirskriftina hjá Robert Lewandowski.
Mett verður, at bæði Pep Guardiola og Sergio Aguero kunnu yvirtala Lionel Messi at koma til Manchester City. Aguero og Messi eru liðfelagar á argentinska landsliðnum. Og Guardiola og Messi kennast væl frá FC Barcelona.
Hetta eru teir sjey leikararnir, sum Pep Guardiola ætlar at keypa til Manchester City, sambært altjóða ítróttarmiðlum :
- Robert Lewandowski (Bayern München)
- Paul Pogba (Juventus)
- Lionel Messi (Barcelona)
- Neymar (Barcelona)
- David Alaba (Bayern München)
- John Stones (Everton)
- Aymeric Laporte (Athletic Bilbao)