Guardiola gevst í Barcelona

Barcelona skal hava nýggjan venjara. Tað er geitt eftir at Josep Guardiola í dag skal hava boðað frá, at hann ikki heldur fram í starvinum, veit millum annað Sky Sports at siga í morgun. Josep Guardiola er 41-ára gamal og hevur í teimum fýra árinum hann hevur verið venjari hjá Barcelona vunnið 13 heitið.

 

Longu í fjør tosaði hann um at gevast, tí starvið sum venjari hjá Barcelona er so krevjandi. Hann valdi tó at leingja sáttmálan við einum ári. Í dag er so endaliga avgerðin tikið. Hann møttist við forestanum í Barcelona, Sandro Rosell, í gjár og hevur heilsað upp á leikararnar í dag.

 

Barcelona hevur í dag boðað til tíðindafund og mett verður at tað verður endaliga kunngjørt, at Josep Guardiola gevst.

 

Barcelona hevur fimm dystir eftir hetta kappingarárið. Fýra í landskappingini og eina steypafinalu móti Athletic Bilbao. Barcelona er heili sjey stig aftanfyri Real Madrid í La Liga og tí verður steypakappingin helst seinasti møguleikin hjá Josep Guardiola á hesum sinni at vinna eitt steyp við barndómsfelagnum.

 

Tað tykist heilt víst, at Josep Guardiola fer at taka eitt ár frí frá fótbólti.

 

Josep Guardiola hevur staðið á odda fyri Barcelona í 242 dystum. Av teimum hevur Barcelona vunnið 175, spælt 46 javnleikir og tapt 21 dystir. Barcelona hevur skorað 618 mál í teimum 242 dystinum og 178 eru farin ígjøgnum í hinum endanum.

 

Marcelo Bielsa, venjari hjá Athletic Bilbao, er sambært fleiri veddingarfyritøkum favorittur at taka yvir á Nou Camp. Fyrrverandi Barcelona leikarin og núverandi AS Roma venjarin, Luis Enrique, er nummar tvey á listanum, meðan Arsene Wenger er nummar trý.