11. januar 2007 eru fimm ár liðin síðani fyrstu fangarnir vórðu fluttir á Guantánamo- fangaleguna á Kuba. Síðani 2002 hava tilsamans 775 fangar verið afturhildnir á Guantánamo. Ì løtuni sita umleið 430 fangar úr 35 ymiskum londum í fangaleguni uttan ákæru ella dóm.
Bert 10 fangar eru komnir fyri ein dómstól og eingin er dømdur. 17 av fangunum vóru undir 18 ár tá teir vóru handtiknir. Við árslok 2006 vóru fýra av teimum enn í fangaleguni.
Píning og ring viðferð á Guantánamo
Fleiri av fangunum hava roynt at tikið lívið av sær á fangaleguni. Nærum 200 fangar hava verið í hungursverkfalli fyri at mótmæla vánaligu viðurskiftini og vánaligu viðferðina á fangaleguni. Fangarnir eru hildnir á lívi við at hava fingið mat noyddan í seg á sera pínufullan hátt. Í juni 2006 vórðu tríggir fangar funnir deyðir eftir at hava hongt seg.
Fangarnir verða píndir, ómenniskjansliga og vanæruliga viðfarnir - valdsgerðir sum beinleiðis eru í stríð við altjóða lóggávu. Teir eru blivnir avbyrgdir uttan tíðarfreist, rætturin til svøvn er tikin frá teimum, teir eru hóttir og hava verið fyri eftirgjørdum avrættingum og aðrari mannminkandi og eyðmýkjandi viðferð.
Framtíðarútlit
Hóast bæði altjóða felagsskapir, harímillum Amnesty International, ST nevndin móti pining og ST serfrøðingar hava mælt til, at Guantánamo-legan verður latin aftur og at George W. Bush, forseti, sjálvur hevur boðað frá, at hann hevur ætlanir um at lata Guantánamo-leguna aftur, er lagnan hjá fangunum á Guantánamo enn ógreið.
USA hevur júst útbygt fangaleguna, soleiðis at hon nú rúmar 200 fangum afturat. Amerikanska kongressin viðtók somuleiðis í oktober 2006 eina nýggja lóg, ið millum annað loyvir nýtslu av próvtilfari, sum er komið fram undir píning. Lógin loyvir somuleiðis myndugleikunum at halda fólki aftur uttan ákæru ella dóm. Nýggja lógin er beinleiðis í stríð við altjóða mannarættindalóggávu og hevur millum annað við sær, at fangar kunnu sita lívstíð í amerikanskum varðhaldi uttan ákæru og uttan rætt til verju.