Guano Apes

Don?t give

me names

Hetta er 2. útgávan sum henda týska rockkvartettin hevur latið úr hondum. Tann fyrra, Proud Like A God, kom út í 1997 og rúmaði solid og hartsláandi rockløg so sum Open Your Eyes og tann máttmikið og buldrandi Loards Of The Boards, har forsanginnan Sandra veruliga lat síni muskuløsu stemmubond seta dagsskránna.

Nýggja fløgan, sum kom út í fyrru helvt av mai mánaða, tekur tráðin upp har Proud Lika A God slepti. Løgini eru gjøgnumgangandi tung og larmandi, tó mest í niðurløgunum. Versini eru eitt sindur meiri eksperimenterandi har elementir úr bæði pop og funk genruni vera vavd saman við vanligari rocktyngd. Fyrsta stakfløgan av fløguni er tó ikki skrivað av teimum fýra týskarunum sum manna Guano Apes, men er harafturímóti eitt av kendastu hittunum hjá einum øðrum týskum bólki, nevniliga Alphaville. Lagið nevnist Big In Japan og er í útsetingini hjá Guano Apes nærum ikki til at kenna aftur.

Líka frá fyrstu skering, Innocent Greed, er greitt at Guano Apes eru væl nøgd við ljóðið av teirra fyrru fløgu, tí í produktiónini er onki broytt í mun til fyrru útgávuna. Lag nummar tvey, No Speech, er í nøkurlunda sama stíli sum eitt av kendu løgunum úr fyrru fløguni, nevniliga Open Your Eyes, við relativt hóvligum og afturhildnum spæli í versunum, fyri so at brøla fyri fullum útblástri í niðurlagnum.

Ein tílíkur uppbygnaður í útsetingini krevur í hesum føri ein veruliga sterkan melodi fyri at bólkurin kann gera sær vónir um at koma so nøkurlunda sannførandi gjøgnum blendaran. Hetta eydnast tó til fulnar, men eftirfylgjandi lagið, tað fyrr umrødda Big In Japan sum er einasta coverlagið á fløguni, tekur eitt sindur av glansinum vekk av Don´t Give Me Names sum heildarmynd.

Tað er púrasta óskilligt at tey fýra hava valt at innspæla júst hetta lagið ; av teim 13 løgunum sum eru at finna á hesi fløguni er Big In Japan eftir mínum tykki so nógv tað veikasta. Restin av fløguni vísir ein bólk í fullum blóma, við einum sterkum og sannførandi savni av sjálvgjørdum løgum og sum eisini er vælsignaður við einum av uttan iva bestu og mest fleksiblu sangarunum á dagsins tónleikapalli.