Guð viti hvørjum Bjørn Kalsø bíðar eftir

- Spekulatiónin við fiskiloyvum kann steðgast nær tað skal vera, men tað hendir alt ov lítið hjá Bjørn Kalsø, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum á tingi


Handil við skipum og loyvum
 

- Guð viti hvørjum Bjørn Kalsø bíðar eftir.
Eisini Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum á tingi, sóknast eftir, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tekur ítøkilig stig fyri at forða fyri, at útlendingar leggja okkara fiskiríkidømið inn undir seg.
Hann vil eisini hava, at spekulatiónin við fiskiloyvum verður steðgað.  
Sostatt er nú eisini fólkaflokkurin farin at ótolnast inn á Bjørn Kalsø og tí kann ikki annað enn staðfestast, at trýstið á Bjørn Kalsø fyri at gera nakað við hesi viðurskiftini, alsamt veksur.
Áður hava bæði Tjóðveldisflokkurin, javnaðarflokkurin og hansara egnu partamenn í Sambandsflokkinum, eisini kravt, at málið verður tikið upp.
Somuleiðis hevur Atli Hansen, sum hevur verið formaður í felagnum Nótaskipum, í hvassorðaðum vendingum, átalað, at onki veðrur gjørt.
Men tað var stjórin í Fiskirannsóknarstovuni, sum setti hol á kjakið, tá ið hann fýltist á, at tað skal bera til hjá einstøkum reiðarum, at selja feløgum, sum íslendingar og norðmenn eiga, føroysk fiskirættindi fyri hundraðtals milliónir - stinga vinningin skattafrítt í lumman.
 
Onki kemur burturúr hjá Bjørn Kalsø
Og Fólkaflokkurin er samdur í, at hetta er ein spurningur, sum eigur at verða tikið upp.  
Men samstundis staðfestir Jørgin Niclasen, at tað hendir alt ov lítið í Fiskimálaráðnum.
- Bjørn Kalsø hevur verið landsstýrismaður í hálvt triðja ár, men har kemur snøgt sagt onki á skaftið. Tað er líka mikið, hvat tosað verður um, so skal alt bíða eftir eini nevnd, sum hann hevur sett at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap. Men tað hendir onki!.
Formaðurin í Fòlkaflokkinum á tingi sigur, at hetta var ikki ætlanin við lógini um vinnuligan fiskiskap.
- Bjørn Kalsø  hevur sett eina nevnd at endurskoða alla lógina um vinnuligan fiskiskap. Tað merkir, at hann vil hava, at alt lógaverkið sum tað er, skal endurskoðast og broytast í einum.
Jørgen Niclasen sigur, at her má vera okkurt, sum landsstýrismaðurin hevur misskilt.
- Tann, sum hevur royndir í polikki, veit, at tann, sum leggur seg eftir at fáa alt í einum, sum Bjørn Kalsø ger í hesum føri, endar mangan við at onki sum helst at fáa.
Formaður Fòlkafloksins á tingi leggur tvørturímóti dent á, at skulu vit varðveita fiskidagaskipanina so góða, sum vit krevja av henni, mugu vit altíð verða til reiðar at gera tillagingar í smáum og at rætta hana til alla tíðina, so hvørt vit varnast ein trupulleika.
- Ta  tíðina, eg varð landsstýrismaður, gjørdu vit fleiri ferðir smáar tillagingar í lógini fyri at fáa hana at tæna sínum endamáli.
- Hvørja ferð, vit varnaðust ein trupulleika, fóru vit í Løgtingið og rættaðu hann. Soleiðis eigur tað eisini at vera og tí kunnu vit ikki bíða longur eftir nevndini hjá Bjørn Kalsø.
Jørgen Niclasen sigur, at eisini tá ið spurningurin tók seg upp um, at útlendingar lógu framvið at keypa føroysk fiskirættindi, varð lógin tillaga fyri at forða fyri hesum.
- Fyrst varð sett í lógina, at útlendingar máttu bara eiga ein triðing av einum fiskiskipi. Men har varð skjótt eitt hol funnið,  tí aftan á tað varð mannagongdin, at eitt føroysk felag varð stovnað,  har útlendingar áttu ein triðing. Men síðani settu útlendingarnir eina rúgvu av ábyrgdarpeningi í felagið afturat, so at teir í veruleikanum høvdu ræðið.
- Fyri at forða fyri hesum, varð so eisini kravt, at partapengarnir í einum felagi skuldi standa mát við íløguna, soleiðis, at partapengarnir skuldu vera minst 10% av íløguni. Men tað varð eisini kravt, at teir føroyingarnir, sum áttu teir báðar kravdu triðingarnir av partapengunum, skuldu veruliga vera góðir fyri pengarnar. Tað varð ikki góðtikið, at partapengarnir vórðu læntir.
 
Ùtlendingar skulu ikki hava ræðið
Jørgen Niclasen sigur, at tað er ógvuliga nógv, sum bendir á, at tað eru ikki føroyskir pengar, sum liggja aftanfyri teir skipahandlar, sum eru gjørdir í seinastuni.
- Tað haldi eg, er lítið at ivast í, tá ið vit síggja prísirnar, sum verða nevndir.
- Í mínari tíð sum landsstýrismaður, var vanligt, at Fiskimálaráðið kannaði einstøk feløg væl og virðiliga fyri at vita, um allar treytir vórðu loknar. Men nú sær tað út til, at Fiskimálaráðið letur alt um seg ganga, ásannar formaður fólkafloksins á tingi.
Í hansara verð er ongin ivi um, at útlendingar skulu ikki hava ræðið á okkara fiskatileingi og tí heldur hann, at tað er neyðugt at taka málið upp beinanvegin.
Formaður Fólkafloksins á tingi, heldur eisini, at tað er neyðugt at steðga spekulatiónini við fiskiloyvum, so at tey, sum fáa loyvi fyri onki, kunnu selja tey aftur og stinga vinningin í lumman skattafrítt.
Hann sigur, at tá ið hann var landsstýrismaður, arbeiddi hann við at gera ein skipan, har eini 70-80% skuldi gjaldast í skatti av vinninginum, tá ið fiskirættindi vórðu seld.
- Men eg varð frákoyrdur, áðrenn eg kom á mál við tí, leggur hann afturat.
 Hann sigur, at tá ið skip og loyvi vórðu seld, hevði spurningurin sjálvandi tikið seg upp um, hvat var nú virðið á skipinum og hvat varð virðið á loyvinum.
- Men tað hevði sjálvandi borið til at funnið fram til rætta virðið á einum skipi, leggur hann afturat.
 
Bjørn arbeiðir til onga nyttu
Formaðurin í Fólkaflokkinum vísir á, at heldur ikki á hesum øki sær út til at nakað hendir.
- Ístaðin brúkar Bjørn Kalsø kreftir upp á at gera ein skipan við tilfeingisavgjaldi, har teir, sum fiska skulu rinda avgjald fyri fiskirættindi.
Samstundis ger Jørgen Niclasen púra greitt, at ein slík skipan verður ikki framd so leingi Fólkaflokkurin er í samgongu.
- Vit taka undir ongum umstøðum undir við eini skipan, har tey, sum fiska, skulu betala avgjald fyri at fáa rættindi.
Jørgen Niclasen staðfestir sostatt, at hetta arbeiðið hjá landsstýrismanninum er burturspilt.
- Vit hava fleiri ferðir boðað frá, at hann kann akkurát tað sama gevast við arbeiðnum at gera eina avgjaldsskipan fyri tey, sum fiska, tí í hesi samgonguni verður hon ikki sett í verk kortini. 
- Men tað hendir onki og hevur landsstýrismaðurin hug at lýsa eitt mál, sum hann heldur er áhugavert, hava vit onki ímóti tí, tað verður bara ikki framt.
 
Kortanei til fiskidagabanka
 Í hesum sambandi hevur eisini nógv verið tosað um at gera ein fiskidagabanka, sum skal umsita øll loyvi og fiskirættindi.
Men tað sigur Fólkaflokkurin kortanei til.
- Hetta er ein skipan, sum hoyrir til gomlu sovjett-tíðina, har staturin skal umsita øll loyvini. Sostatt verður tað eisini ein politisk avgerð um, hvør skal sleppa at brúka tey og ikki.
Jørgen Niclasen sigur, at skulu vit hava ein fiskidagabanka, skulu fyrst øll loyvi takast inn og seljast aftur á uppiboði.
- Hetta er eisini at leggja avgjald á tey, sum fiska. Men hetta er eisini at fáa reiðarar at spæla vinnulívsmenn, hóast teir í veruleikanum eru almennar trælir.
- Men, sum tað vísir seg at vera nú, eru tað útlendskir vinnulívsmenn, sum hava ráð at betala mest fyri loyvini, og skulu loyvini seljast á uppiboði, er rættiliga stórir møguleiki, at útlendingar fara við teimum.
- Ný Sæland gjørdi eina slíka skipan, har loyvini vórðu seld og har vísti tað seg, at útlendingar keyptu alt, sum var. Skipini ikki so mikið sum avreiddi í Ný Sælandi longur og tí steðgaði øll fiskivinna har.
- Hetta vísir, at ein slík skipan knúst tað føroyska samfelagið, staðfestir Jørgen Niclasen.
Hinvegin hevur onkur eisini nevnt, at loyvini skulu seljast fyri lítið og lætt, men at tað er neyðugt at staðfesta, at talan er bara um brúksloyvi og ikki um ogn, sum kann seljast víðari.
- Hvør skal so fáa loyvini, spyr fólkafloksmaðurin. Verður ein slík skipan sett í verk, verður neyðugt at taka politiskar avgerðir um, hvør skal sleppa at virka í fiskivinnuni. Ein slík skipan kann ikki koma upp á tal, tí tann tíðin er farin, tá ið politiskur litur er avgerðandi fyri, hvør skal sleppa at virka, sigur Jørgen Niclasen.